Tað tykist vera góðar vánir fyri, at Fremad Amager og Todi Jónsson og allir hinir føroyingarnir í felagnum fara at flyta úr 2. og upp í 1. deild. Í gjárkvøldið spældi Fremad Amager fyrra dystin um eitt pláss í næstbestu deildini. Uppgerðin var í Århus ímóti Brabrand. Fremad Amager vann 1-0. Einsamalla málið varð skorað longu í 8. minutti. Málskjútti var Jacob Josephsen.