Fótbóltur er ein svikalig vinnugrein, har tað gongur upp og niður. Tað hevur so mangur maður roynt, og nú er royndin komin til Toda Jónsson. Tá sviin Kent Karlsson var venjari í FCK, var Todi Jónsson mettur at vera fyrsta valið til álopsplássini. Venjarin noyddist at fara heim til Svøríkis, tí dótturin er álvarsliga sjúk, og í hansara stað kom Kim Brink, sum annars hevði fingið sekkin fyri einum góðum ári síðani.
Kim Brink hevur sett Toda Jónsson út á beinkin. Hann vil heldur hava David Nielsen og Thomas Thorninger at vera fyrsta valið til álopsplássini, og tað hevur gingið væl hesar síðstu vikurnar.
FCK hevur vunnið tríggjar ferðir í eina viku. Fyrst vunnu teir á heimavølli í landskappingini, so megnaðu teir javnleik á útivølli í Europa Cup fyri steypavinnarar móti Chelsea, og hóast tann dysturin varð spældur hóskvøldið, og tað kanska varð roknað við, at teir í FCK fóru at vera útlúgvaðir av tí bragdinum og ferðingini og nógva órógvinum av stríðnum í London, so vísti tað seg ikki at bila, tá teir sunnudagin seinnapartin vóru í Herfølge.
FCK var á odda 1-0 og 2-1, men Herfølge kom báðu ferðirnar afturíaftur, og tá teir stutt fyri leiklok javnaðu til 2-2, lá tað í luftini, at tað fór at enda við javnleiki, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat teimum 90 minuttunum eydnaðist tað Martini Nielsen, sum saman við Toda Jónsson var komin á vøllin í staðin fyri teir báðar, ið vóru fyrsta valið til álopsplássini og sum høvdu skorað hini bæði málini, at skora sigursmálið.
Jákup Mikkelsen kundi ikki gera tað stóra við teir tríggjar bóltarnar, sum fóru ígjøgnum. Nú eru Herfølge og FCK ávikavíst nummar trý og fýra í superliguni.
Nýggjan venjara
Í FCK hava teir boðað frá, at Kim Brink er bara fyribilsvenjari, og at teir ælta at seta ein nýggjan ábyrgdarmann á nýggjárinum.
Tað kann gerast trupult at skifta oddamannin út, um tað framhaldandi fer at ganga væl, og FCK t.d. fer at megna at senda Chelsea úr Europa Cup kappingini, men tað verður tosað nógv í Danmark um nýggja venjaran, og fyri Toda Jónsson hevði tað kanska ikki verið verri, um Kim Brink varð skiftur út.
Um vikuskiftið kom fram í donsku pressuni, at FCK samráðist við Kristian Andersen, venjaran hjá oddaliðnum í superliguni, AB, um framtíðar samstarv. Í FCK hava teir váttað, at teir hava tosað óformliga við AB venjaran fyri at hoyra, hvat hann ynskir, men eingin avgerð er tikin enn, verður í hvussu so er sagt.
Størsta sensatiónin í ár var, at tað á heimavølli eydnaðist B93 at vinna 1-0 móti Brøndby, sum ikki tóktist vera komið fyri seg aftur eftir stóra lúsingin, sum teir fingu í Parkini móti Manchester United.
Danska pressan er longu farin at lukta blóð og tosar um kreppu í Brøndby!