Todi Jónsson er aftur á vøllinum.
Sunnudagin spældi hann ein hálvan tíma av dysti móti norska Strømsgodset í eini norðurlendskari kapping, sum verður spæld í Spania í hesum døgum.
? Tað kendist sera gott aftur at spæla dyst. Tað hevur verið hart at komið ígjøgnum seinastu mánaðirnar, ikki minst tí óttin hevur verið har fyri, at eg kom ongantíð at spæla aftur, segði ein fegin Todi Jónsson eftir 2-1 sigurin hjá FC Keypmannahavn á Strømsgodset.
Todi kom á vøllin tá tað manglaði ein hálvur tími av dystinum og støðan var 2-1, og ongantíð áður hevur klaksvíkingurin verið so fegin um at spæla seinasta hálva tíman av einum venjingardysti.
Seinastu fimm mánaðirnar hevur Todi stríðst við skaða í lærkrikanum, og ikki fyrr enn hann fekk eina skurðviðgerð í München stutt fyri jól, gekk fram á aftur. Síðani tá hevur Todi vant í FCK, og sunnudagin varð hann mettur verða klárur til at fara í dyst aftur.
? Eg merki framvegis til skurðin, men nú havi eg ikki pínu longur. Fyrsta málið hjá mær er at koma upp á støðið, eg var á áðrenn eg fekk skaðan, og so kann eg fara at hugsa um at vinna plássið í álopinum hjá FCK aftur.
Undir venjingini týsdagin toygdi Todi ein vødda í lærinum, og tí var hann ikki við, tá FCK mikudagin vann 1-0 á Halmstad. Men tá FCK fríggjadagin fer at spæla hálvfinalu í norðurlendsku kappingini, verður Todi væntandi klárur aftur.
Tho-To ódnarveðrið
Kappingin er hørð í álopinum hjá FCK ? harðari enn hon hevur verið. Í vetrarsteðginum keypti FCK gamla AGF-toppskjúttan Thomas Thorninger heim úr Italia, og frammanundan eru fleiri góðir álopsspælarar í felagnum, millum annað David Nielsen, Martin B. Larsen, Kenneth Jensen og Clemment Clifford.
Men stóra Keypmannahavnarfelagið hevur fyrst og fremst brúk fyri spælarum, sum kunnu avrikað nakað undir trýsti í týdningarmiklum dystum, og tað hevur Todi ferð eftir ferð víst, at hann kann.
Tí er tað ikki so løgið, at dreymaálopið hjá FCK-viðhaldsfólki er mannað við Thomas Thorninger og einum Toda Jónsson í toppformi, og partur av donsku pressuni leggur eisini upp til, at FCK í vár og í summar fer at stilla upp við einum Tho-To ódnarveðri í fremstu røð. Og so eru vónirnar fyri at syfta arvafíggindarnar í Brøndby av meistaraplássinum nógv betraðar sammett við støðuna undan vetrarsteðginum.
Thomas Thorninger, David Nielsen og Todi Jónsson verða uttan iva teir, sum fara at stríðast um tey tvey álopsplássini á FCK-liðnum, og FCK hevur eisini ásannað, at teir hava ovmikið av álopsspælarum, og teir hava tí leigað ambitiøsu Fremad Amager ein av álopsspælarunum, Steffen K. Hansen, fram til 1. juli.
FCK-venjarin Kent Karlsson hevur givið ábendingar um, at tað væl kann koma upp á tal, at FCK í onkrum dysti fer at stilla við trimum áleyparum, tí álopssinnaðu kreftirnar í felagnum eru so nógvar.
Í venjingardystunum, sum FCK hevur spælt higartil, hevur eingin álopsspælari gjørt serliga vart við seg. Thomas Thorninger, Clemment Clifford og David Nielsen hava allir gjørt okkurt mál, men tað hava fyrst og fremst verið spælarar longur afturi á vøllinum, sum hava gjørt flestu málini.
FCK hótti við
at rýma heim
Kappingin, sum FCK er við í í Spania í hesum døgum, er eitt óalment norðurlendskt meistaraskap fyri feløg. Tey bestu liðini úr Noreg, Danmark og Svøríki eru við í hesi kapping, og samanlagt luttaka 12 feløg.
FCK skuldi í hálvfinaluni í gjár spæla móti AIK Stockholm, meðan hin hálvfinalan var millum norska Rosenborg og IFK Göteborg úr Svøríki.
Kappingin í sólini í Spania hevur ikki gingið so væl, sum feløgini høvdu vónað, og støðið á venjingarvøllunum hevur serliga skapt stóra ónøgd.
Saman við øðrum feløgum hótti FCK áðrenn kappingin byrjaði seinasta leygardag við at rýma heim, tí tað var ikki ómakin vert at venja á so vánaligum vøllum, sum vóru til taks í Marbella-umráðnum. FCK hevur skift gistingarhús tríggjar ferðir í fýra dagar, og eisini Brøndby hevur gjørt greitt, at teir verða ikki við í kappingini næsta ár, verða umstøðurnar ikki nógv betri.
Tað er eitt samstarv millum fótbóltssambondini í Svøríki, Noreg og Danmark, sum skipar fyri árligu kappingini í Spania, men UFA, sum umsitir sjónvarpsrættindini, er fíggjarliga trygdin fyri kappingini.