Todi Jónsson, stjóri í Fremad Amager, hevur áður sagt, at talan ikki verður um at keypa nógvar spælarar. Í gjár keypti felagið tó tvíburarnar, Søren og Morten Nielsen, úr Køge, og við hesum er hópurin endaliga upp á pláss, sigur Todi.
- Vit rokna ikk ivið, at talan verður um at keypa fleiri spælarar undan kappingarbyrjan, men kemur onkur áhugaverdur møguleiki, hyggja vit sjálvandi at hesum, sigur Todi Jónsson við heimasíðuna hjá FC Amager.