ÚTISETI
Tað hevur eingin ivi verið í viðmerkingunum, sum hava verið at sæð á heimasíðunum, sum FCK fjepparar skriva. Hesar seinastu vikurnar hevur trýstið frá FCK viðhaldsfólkunum og á FCK leiðsluna verið støðugt. Tey vilja hava, at felagið beinanvegin syrgir fyri, at Todi Jónsson eisini eftir summarsteðgin verður at síggja í hvítu troyggjuni hjá byens hold, sum FCK verður nevnt.
Higartil hevur FCK leiðslan verið stívrend, og tað hevur á ongan hátt verið givið til kennar, at teir hava verið hugaðir at geva Toda Jónsson nakað annað sáttmálatilboð enn tað, sum Todi fyrr í vár á ongan hátt helt vera hóskandi.
Men sunnudagin beit ítróttarstjórin í FCK, Niels?Christian Holmstrøm í súra súreplið, tá ið hann í útvarpssamrøðu ásannaði, at hann í hesi vikuni ætlar at tosa við Toda Jónsson um, hvussu møguleikarnir eru fyri at leingja samstarvið. Tað kann ikki hava annan týdning, enn at FCK nú er sinnað at bjóða Toda eitt betri sáttmálatilboð enn tað, teir higartil hava verið sinnaðir til.
Todi Jónsson hevur ferð eftir ferð seinastu vikurnar sagt, at hann avgjørt er sinnaður at halda fram í FCK. At Todi hevur verið eyðsýndur, tí hann hevur skorað rættuliga týdningarmikil mál, hevur bara styrkt um hansara støðu, samstundis sum tað hevur verið við til at økt trýstið hjá viðhaldsfólkunum á FCK leiðsluna.
? Eg eri framvegis áhugaður í at halda fram í FCK. Eg vóni eisisni, at tað heilt skjótt verður greitt, hvar eg fari at spæla eftir summarsteðgin. Fleiri viðmerkingar havi eg ikki. Restina mugu tit tosa við Niels? Christian Holmstrøm um, var snilda viðmerkingin hjá Toda Jónsson sunnudagin, tá ið Politiken vildi hava hann at gera viðmerkingar til tað, sum ítróttarstjórin hevði sagt í útvarpssamrøðu.
Bara ein minutt
Sunnudagin meiri enn hálvsnávaði FCK í Parkini. Í dýrdarveðrinum vóru 25.232 áskoðarar á tjóðarleikvøllinum. Teir flestu teirra fóru vónbrotin til hús. FCK hevði greiða leikliga yvirvág ímóti OB, men teir megnaðu ikki meiri enn 1?1. Zuma setti hol á í 44. minutti, og OB javnaði tríggjar minuttir undan leikloki.
Todi var rættuliga ivasamur undan dystinum. Hann var kortini í hópinum, men hann spældi bara heilt lítla løtu, tá ið hann avloysti Morten Bisgaard. Todi sneiddi eina ferð fleiri av, og tað var um reppið, at sendingin hjá honum rakk til innskifta Peter Møller (fyri Jörgen Pettersson í 65. minutti).
Næsta uppgávan hjá FCK verður rættuliga torfør. 14. juni skulu teir spæla í Esbjerg. Vónandi verður Todi tá heilt væl fyri, so hann fer at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu, sum hann átti at havt fingið fyri langari tíð síðani.