Todi og Jákup eru væl fyri til aftur at fara í eldin

Fótbóltur: Báðir klaksvíkingarnir í superliguni gleða seg til komandi sunnudag, tá farið verður undir seinnapart av kappingini um DM

Tað hava verið nógvar lítið hugaligar løtur, síðani donsku fótbóltsfeløgini fyrst í januar fóru undir at fyrireika seg til seinna umfar av landskappingini. Veðrið hevur ikki verið nakað serligt. Tað hevur verið kalt, onkuntíð hevur tað verið kavi, og ofta hevur tað regnað nógv, so vallirnir hava ikki verið nakað av reypa av.

Veðrið niðri er framvegis einki at reypa av. Veturin vil ikki sleppa takinum. Tað er ikki ókent, at várið vitjar av og á fyrrapartin í mars, men higartil hevur tað verið so eiðasørt í ár.

Síðsta dømið um hetta var leygardagin, tá FCK spældi venjingardyst í Parkini móti svenska Helsingborg. 6.590 áskoðarar vóru og hugdu at, og pressan hevði stóran áhuga, tí hetta var fyrsta ferðin, at Brian Laudrup spældi í Parkini aftur, síðani hann fyri einum lítlum hálvum ári síðani við einum máli sendi FCK úr Europa Cup og Chelsea víðari í kappingini.

Tað, sum mest varð tosað um eftir venjingardystin, var hvussu vánaligur vøllurin var. Tjóðarvøllurin hjá dønum var sera bleytur, og fram móti endanum var hann mest av øllum átøkur einum runudýki.

FCK eigur Parkina, og nú ætla teir at gera eitt miðvíst arbeiði fyri at vøllurin skal vera í so góðum standi, sum tað á nakran hátt ber til. Danska málið verður alt meiri tambað og víðkað, og maðurin, sum nú er settur til burturav at taka sær av grasmáttuni í Parkini, kalla teir ein »green keeper«. Hann er ikki hvør sum helst, tí frammanundan at hann í síðstu viku kom til Keypmannahavnar, hevði hann í fýra ár havt ábyrgdina av grasmáttuni á Wembley stadion í London. Hann hevur nú gjørt trý ára sáttmála við FCK.


Upp og niður

Leygardagin kom Herfølge aftur av venjingarlegu í Spania. Teir hildu til í La Manga, har teir umframt at venja á góðum grasvøllum spældu tríggjar dystir.

Átta lið vóru á venjingarlegu á sama staði, og øll liðini spældu tríggjar dystir. Fyrst spældi Herfølge móti finska HJK Helsinki, sum áður hevur spælt Europa Cup í Føroyum. Finska liðið vann við ikki minni enn 5-0.

Spælt varð eftir cup skipanini. HJK møtti einum av hinum trimum vinnarunum, og Herfølge møtti einum av hinum trimum taparunum. Hetta liðið var Bodø Glimt úr Noregi. Ta ferðina gekk betri hjá Herfølge, sum vann 2-1.


Jákup móti Ole Mørch

Í triðja og seinastu royndini á venjingarleguni spældi Herfølge móti AB. Tað serliga við hesum dystinum var, at fyrrverandi venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, nú hevur ábyrgdina av liðnum hjá akademikarunum.

AB vann 2-0, og sambært donskum fjølmiðlum, so fekk Ole Mørch enn eina ferð staðfest, at Jákup Mikkelsen er ein fínur málverji.

AB venjarin hevur ongantíð dult, at hann heldur nógv av málverjanum hjá Herfølge, og tað vísti hann eisini, tá hann í heyst varð biðin um at samanseta besta liðið í superliguni í fyrru kappingarhálvu. Ole Mørch ivaðist ikki, tá hann skuldi kjósa sær málverja. Hann valdi Jákup Mikkelsen.

? Eg tosaði við Ole, eftir at vit høvdu spælt ímóti teimum. Og eg kundi siga honum, at eg rokni við, at teir fara at gerast meistarar. Beint áðrenn vit fóru niður til Spania á venjingarlegu, ringdi ein tíðindamaður hjá Politiken fyri at fregnast eftir, hvat lið eg roknaði við fór at vinna DM, og eg setti AB fremst, FCK næstfremst og AaB á triðja plássið.

Ole Mørch hevur ikki biðið teg koma til AB at hjálpa sær?

? Tað er ikki neyðugt. Málverjin hjá teimum eitur Jan Hoffman, og hann er ein fínur málverji.


Nógvir skaðar

Herfølge hevði 24 spælarar við á venjingarleguni í Spania, og tað var brúk fyri teimum øllum á venjingarleguni.

Ikki færri enn níggju spælarar høvdu onkrar trupulleikar at dragast við. Millum teirra var Jákup Mikkelsen, sum teir fyrstu dagarnar ikki hevði tað so gott í høgra fóti:

? Tá vit spældu móti finska liðnum, hevði eg so nógva pínu í høgra fóti, at eg noyddist bara at brúka vinstra bein. Men tíbetur var pínan burtur, tá vit spældu aðru ferð, og tá vit spældu móti AB, kendi eg meg heilt væl.


Todi aftur á blettinum

Fríggjadagin vistu vit at siga frá, at Todi Jónsson í venjingardysti móti Malmö FF mikukvøldið skoraði tvey mál.

Leygardagin spældi FCK móti einum øðrum svenskum liði, Helsingborg. Todi Jónsson var aftur millum teir fyrstu ellivu, og aftur hesa ferð spældi hann allar 90 minuttirnar. Fyrstu 65 minuttirnar var Brian Laudrup í álopinum, og so kom David Nielsen inn.

Helsingborg kom á odda, tá 18 minuttir vóru farnir, og fimm minuttir seinni javnaði Todi. Martin B. Larsen sendi ein góðan bólt inn úr høgru, og Todi, sum var staddur millum fimmmetur strikuna og brotssparksblettin setti krúllin undir bóltin.

Eftir 38 minuttir kom svenska liðið aftur á odda, og teir øktu í síðstu løtu. Hóast mótstøðuliðið kanska ikki er so kent sum t.d. IFK Göteborg og Malmö FF, so er talan um eitt fínt lið. Í fjør lógu teir fremstir, tá teir fóru á vøllin fyri síðstu ferð, men teir mistu meistaraheitið á stokkinum.


Hol í verjuni

Úr Danmark verður sagt um spælið hjá FCK, at »der var masser af oplivende momenter, specielt i begyndelsen af kampen« og at »der var løftede øjenbryn omkring det defensive«.

Christian Lønstrup, sum ætlast at vera verjuálitið, hevði lítlan vøddaskaða, og tað merktist á avrikinum, at hann ikki var við, men higartil í ár hevur verið mett, at FCK spennir álopsbogan sera høgt, og tað kennist aftur í trygdini í verjupartinum.

Tað verður ikki mett, at avrikið hjá FCK leygardagin var á hædd við tað móti Malmø mikukvøldið, men tað verður mett, at Todi stóð seg sera væl leygardagin. Samstarvið við Brian Laudrup, hvørs venjingarstøða gerst alt betri og betri, riggaði væl, og tað var um reppið, at Todi skoraði ta einu ferðina, tá ein snild sending frá Laudrup lá til høgra beinið, men tíverri rakti bólturin í málverjan.

? Eg kenni meg heilt væl, og sjálvandi er tað bæði spennandi og mennandi at fáa fulla spælitíð. Tað havi eg fingið tvær tær síðstu ferðirnar, og so mugu vit bara vóna, at tað eisini verður soleiðis sunnudagin, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn og sipar til uppgerðina á útivølli móti Brøndby, sum verður sunnudagin klokkan 17.30 føroyska tíð. Tað er langt síðani útselt, og dysturin verður vístur beinleiðis í TV3.

Todi roknar við, at í hesi vikuni fer venjingin at vera rættuliga taktisk:

? Eg kann ímynda mær, at vit fara at venja nógvar deyðbóltsstøður, og tá er tað sjálvsagt sera hugaligt at kenna seg sum part av liðnum í staðin fyri at standa uttanfyri og hyggja at.

Men ert tú vísur í, at tú fer at fáa møguleikan móti Brøndby?

? Tað gangi eg út frá. Liðið verður ivaleyst tað sama sunnudagin, sum tað var leygardagin ? burtursæð frá at Christian Lønstrup kemur inn í miðverjuna fyri Piotr Haren.


Góðar møguleikar

Fyri Jákup Mikkelsen og Herfølge tykjast tey bæði fyrstu umførini at vera av tí lættara slagnum ? á pappírinum í hvussu so er. Sunnudagin skulu teir spæla á útivølli móti Viborg, og mikukvøldið í aðru viku skulu teir spæla útsettan dyst frá í heyst á heimavølli móti B93:

? Vit hava ferð eftir ferð sæð, at einki lið skal undirmetast, og tað skulu vit sjálvsagt heldur ikki gera við hesi bæði liðini. Men vit sleppa ikki uttanum, at talan er um tvey lið úr tyngra endanum, og tað hevði verið virkuliga gott, um tað hevði eydnast okkum at vunnið seks stig, áðrenn vit annan sunnudag fáa vitjan av AB og Ole Mørch, droymir Jákup Mikkelsen.


Kom væl við hjá FCK

Longu í fyrradagin vórðu tveir dystir spældir í superliguni. Talan var um dystir, sum í heyst vórðu útsettir orsakað av vánaligum líkindum.

Í Aarhus vann AGF 1-0 móti AaB. Anders Bjerre skoraði uppá brotsspark, tá 16 minuttir vóru farnir.

Í Vejle vóru bæði heimaliðið og oddaliðið úr Brøndby sera verjukend, og so kom einki mál, sjálvt um Vejle síðstu løtuna bara spældi við tíggju monnum, tí ein av teirra hevði fingið tvey gul kort.

Brøndby áskoðararnir vóru ikki heilt friðarligir. Dómarin kendi seg noyddan at steðga dystinum eina løtu, tá bara nakrir fáir minuttir vóru farnir. Áskoðararnir hjá Brøndby sendu fýrverkarí inn á vøllin. Eftir dystin var eitt sindur av ófriði, og fjúrtan av teimum við gulum og bláum hálsturriklæði vórðu handtikin.

? Fyri okkum kom tað sjálvsagt væl við, at Brøndby misti tvey stig, og at AaB misti trý stig. Hesi bæði teljast millum liðini, sum vit vónandi fara at kappast við í toppinum, er viðmerkingin hjá Toda Jónsson.