Todi skal hava nýggjan venjara

Mánadagin var greitt, at Fremad Amager hevur steðgað samstarvinum við Jakob Friis Hansen.

Jakob Friis Hansen gjørdist venjari undan hesum kappingarárinum, og fyri vetrarsteðgin gekk rættiliga væl hjá honum og Fremad Amager.

Eftir steðgin hevur tó gingið illa í hond. Fremad Amager hevur mist annars trygga oddasessin, og eftir 3-0 tapið móti Roskilde um vikuskiftið verður sera trupult at vinna seg aftur á oddasessin, sum ber beinleiðis uppflyting við sær.

Ítróttarligu avrikin førdu at enda við sær, at leiðslan í felagnum ikki sá sær annan veg enn at siga venjaranum úr starvi.

- Enn hava vit ikki nakran avloysara í kikaranum, og fyribils eru Michael Madsen og føroyski Julian Hansen, sum taka sær av liðnum, sigur Todi Jónsson, nevndarformaður og stjóri í Fremad Amager. Todi vil ikki gera aðrar viðmerkingar til málið.