Todi Jónsson setti hol á, tá FC Keypmannhavn vísti stóru stjørnunum í Sheffield Wednesday, at danskur fótbóltur vil nakað.
FCK leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til seinnu hálvu av Superliguni, og tað gera teir í Onglandi, tí veðrið í Danmark hevur ikki verið til vildar. Liðið úr Keypmannahavn er nógv styrkt í vetrarsteðginum, og tríggir spælarar eru keyptir heim úr útlondum, tann seinasti er Niclas Jensen, sum Todi áður hevur spælt saman við í Lyngby.
Týsdagin spældu Todi og liðfelagarnir á Hillsborough Stadium í Sheffield og mótstøðuliðið var Sheffield Wednesday, sum leygardagin vann 2-0 á Manchester United. Átta av spælarunum, sum vóru við til at vinna á United, spældu við móti FCK.
FCK byrjaði dystin illa og mest sum gav Wednesday eitt mál, tá 12 minuttir vóru spældir. Men eftir hetta tók danska liðið seg saman, og eftir at Todi Jónsson javnaði til 1-1, tá ein góður hálvur tími var spældur, stýrdi FCK fullkomiliga dystinum til tað manglaðu einir 10 minuttir.
Fótbóltssølumenn
til staðar
FCK kom fram um 4-1 við málum av Bjarne Goldbæk, sum var stóri spælarin í dystinum, og Peter Nielsen. Seinastu løtuna minkaði Wednesday til 4-3, sum eisini varð úrslitið av dystinum.
Todi Jónsson og David Nielsen byrjaðu í álopinum, meðan stórspælarin Thomas Thorninger mátti lata seg noyða við at sita uttanfyri frá byrjan. Todi hevur spælt nógv síðani hann fór undir dystir aftur, og tað er heilt greitt ætlanin hjá svenska venjaranum hjá FCK, at fáa Toda í so góða dystarvenjing sum gjørligt undan vikuskiftinum.
Á mest sum tóma Hillsborough Stadium vóru týsdagin fýra enskir fótbóltssølumenn, sum serliga vóru komnir at hyggja eftir Bjarne Goldbæk. Men eftir dystin høvdu teir eisini skrivað nøvnini hjá Toda Jónsson, Martin Nielsen og David Nielsen niður á blokkarnar, sum seinni kunnu takast fram á skrivstovunum hjá ríku ensku feløgunum.
FCK spælir fyrsta dystin í seinnu hálvu av Superliguni sunnudagin, tá teir fáa vitjan av AB í Parkini.