Todi sleppur ikki framat

Føroyski álopsspælarin í FCK heldur seg ikki hava spælt seg av liðnum, men tað er venjarin, sum ger av, hvussu liðið skal síggja út, og hann tykist ikki vilja hava føroyingin ímillum teir fyrstu

ÚTISETI

Todi Jónsson fær fáar og smáar møguleikar at vísa á besta liðnum hjá FCK, hvør dugur er í honum.
? Tað hevur ikki verið serliga hugaligt síðsta mánaðin. Eg haldi ikki, at eg havi spælt meg av liðnum, men tað er venjarin, sum setur liðið. Eg eri noyddur at virða avgerðina hjá honum og so undir venjing og í dystum at royna at sannføra hann um, at eg eigi rætt til pláss á liðnum.
Hetta segði Todi Jónsson á heimasíðuni hjá sær undan vikuskiftinum. Tá ið FCM var í Parkini leygardagin, var svenski álopsspælarin Jörgen Pettersson ikki tøkur. Tað hevði við sær, at Todi var eykamaður hjá FCK, meðan Zuma og Peter Møller vóru í álopinum.
Beinanvegin eftir steðgin kom Todi á vøllin, tí Peter Møller hevði fingið eina skeinu í høvdið.
Todi var í álopinum við síðuna av Zuma, men teir fingu einki mál. Einasta FCK málið kom tveir minuttir undan steðginum. Peter Møller skoraði, eftir at Thomas Røll hevði lagt innfyri úr vinstru, og bólturin var stokkin frá liðformanninum Peter Nielsen og til Peter Møller.

Sáttmálasamráðingar
Hvørki Todi ella nakar annar sigur nakað um tað. Men tað tykist vera ein partur av orsøkini til, at hann ikki sleppur upp í part, at Todi ikki enn hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við FCK. Leiðslan í felagnum hevur viljað havt spælararnar, sum hava sáttmála fram til 30. juni komandi ár, at skriva undir nýggjar sáttmálar nú í heyst. Men Todi hevur ikki enn skrivað undir.
At Todi ikki sleppur á liðið, ger tað sjálvandi truplari hjá honum at verða seldur til nakað annað felag. Reglurnar eru soleiðis, at spælararnir hava rætt at samráðast við onnur felag eitt hálvt ár frammanundan, at teir eru leysir av sáttmálanum, sum nú er galdandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Todi ikki hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við FCK á nýggjárinum, so hevur hann eftir nýggjár rætt at samráðast við onnur feløg, og so kann FCK ikki krevja pening fyri hann, tá hann í summar fer frá teimum. Men tað er sjálvandi truplari at selja seg sjálvan av beinkinum ella av 2. liði enn sum fastur maður og málskjútti á besta liðnum.
Men enn er rúm tíð til nýggjárs og uppaftur rúmari tíð til 1. juli. Todi hevur fyrr í ár sagt, at hann ikki er so fegin um at sita á beinkinum, og at hann vil hava ábending um, hvussu vánirnar vera at spæla.
Í síðstu viku vistu danskir fjølmiðlar at siga, at FCK er í samband við australskan álopsspælara, sum teir umhugsa at skriva sáttmála við.