Tað gekk nógv frægari hjá NSÍ í gjárkvøldið, enn tað hevur gjørt higartil í ár. NSÍ vann 4-1 á Skála, og tað var merkisvert, at leikliga avrikið var øðrvísi, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar. NSÍ spælararnir vóru agressivir og spældu beinleiðis álopsspæl við nógvum innleggum, og tað bar fleiri góðar málmøguleikar og fýra mál við sær.
Todi Jónsson hevur higartil verið tann fremsti á NSÍ beinkinum. Soleiðis var tað ikki í gjárkvøldið. Fremsti maður var Poul Helgi Jacobsen og so Jens Martin Knudsen, meðan Todi Jónsson, sum er hann, ið hevur ábyrgdina av venjingini, setir liðið og leggur taktikk, stóð undir skýlinum, sum er yvir beinkinum, har skiftispælararnir sita.
Tað er FSF, sum í skrivi til NSÍ hevur boðað frá, at soleiðis skal tað vera. Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen hava UEFA A útbúgvingina. Tað hevur Todi Jónsson ikki. Tí sigur FSF, at hann, sum er høvuðsvenjari, á dómaraseðlinum ikki skal standa at vera venjari ella hjálparvenjari. Todi Jónsson stendur at vera málmansvenjari.
Í gjár vann NSÍ 4-1 ímóti grannunum á Skála. Fríggjadagin fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti grannunum í B68.