Todi spæla móti liðfelaga úr FCK

Fótbóltur: Fleiri europeisk stórfeløg eru umboðað á litaviska liðnum

Ein av mótstøðumonnunum á vøllinum í kvøld er dagliga liðfelagið hjá Toda Jónssyni.

Tað er miðvallarin Donates Vencevicius, sum FC Keypmannhavn keypti í summar. Hann kom til felagið fyri at styrkja miðvøllin, eftir at stríðsmaðurin og liðskiparin var seldur til Mønchengladbach, har Allan Simonsen var upp á tal sum venjari. Donater hevur spælt nakrar dystir fyri FCK, men framvegis verður miðvøllurin mettur at verða ov tunnur.

Tað kemur fyri, at føroysku landsliðsspælararnir hava liðfelagar sum mótstøðumenn í landsdysti, men tað er sjáldan. Í landsdystinum móti Íslandi herfyri misnýtti Allan Mørkøre brotsspark móti liðfelaga sínum frá ÍBV, og á íslendska liðnum var eisini fyrrveandi liðfelagið hjá Julian Johnsson í Kongsvinger.

Eingin útlendskur landsliðsspælari spælir í Føroyum, og tí eru tað útisetarnir, sum hava møguleika at spæla altjóða dystir móti liðfeløgum, men møguleikarnir eru fáir.


Spælarar ú rkendum feløgum

Á liðnum hjá Litava í kvøld eru bert tríggir spælarar, sum spæla í heimligu kappingini. Teir spæla allir við Zalgiris Vilnius. Hinir 14 spælararnir eru allir at finna í útlendskum feløgum, og navnið á teimum staðfestir, at talan er um nógv sterkari lið enn tað estlendska.

Málverjin Gintaras Stauce spælir fyri Duisburg í bestu týsku deildini, og millum feløgini hjá estlendsku spælarunum eru so stór feløg sum PSV Eindhoven, Dinamo Moskva, Lens, Club Brügge og Alania Vladikavkaz.

Mest royndi spælarin á litaviska liðnum er Andrejus Tereskinas, sum spælir fyri letlendska liðið Skonto Riga, sum var fyrsta mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa-Cup. Hann er verjuspælari, hevur spælt 51 landsdystir og hevur skorað trý mál.

Aðrir royndir spælarar eru miðvallarin Aidas Preiksaitis og álopsspælarin Valdas Ivanauskas, sum eisini er toppskjúttin á liðnum. Í sínum landsdystum hevur hann skorað átta mál, og tað eru tøl, sum eru nærum eins við okkara toppskjútta, Toda Jónsson. Hann hevur skorað 8 mál í sínum 27 landsdystum.

Tað er bert ein spælari við, sum kann kallast at verða óroyndur. Tað er 21 ára gamli miðvallarin Tomas Danilevicius, sum spælir fyri belgiska liðið Club Brügge. Hann hevur bert roynt seg eina ferð í altjóða dysti.