ÚTISETAPRÀT
Man Todi ætla sær at spæla aftur á landsliðnum. Spurningurin hevur ofta verið á lofti seinastu mánaðirnar, og nú lutakastið til EM undankappingina hevur verið, eru tey ivaleyst fleiri, sum knýta vánirnar fyri hampuligum úrsliti afturat, um Todi Jónsson verður í álopinum ella ikki.
Annar av abbunum hjá Toda var íslendingur, og hin var skoti. Tað vil siga, at hann hevði havt møguleika at spæla bæði á íslendska og skotska landsliðnum. At spæla ímóti hesum landsliðunum og ikki minst at spæla ímóti Týskalandi eiga at vera avbjóðingar, sum Todi hevði trivist við.
Ella hvussu?
? Vit hava spælt undankappingardystir ímóti Skotlandi, og tað havi eg altíð kent sum stórar avbjóðingar. Vit hava spælt venjingardystir ímóti Íslandi, og vit hava verið heilt tætt við at fingið góð úrslit ímóti teimum. Nú verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at roynast, tá stig fara at standa upp á spæl í undankapping. At Føroyar nú skulu spæla ímóti Týskalandi eigur at vera ein so stór avbjóðing, sum tað ber til at fáa hjá føroyskum fótbóltsspælarum.
Og droymir tú um, at tú verður á landsliðnum, tá EM undankappingin kemur fyri?
? Royndirnar tey seinnu árini hava við sær, at eg haldi meg til støðuna í dag, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður í morgin. Síðani tíðliga síðsta summar havi eg bara spælt tríggjar ella fýra landskappingardystir. Eg havi verið skaddur, og tað, sum eg hugsi um er hvønn dag ar arbeiða miðvíst fyri at koma fyri meg, so eg aftur verði førur fyri at spæla á liðnum hjá FCK. Í løtuni er landsliðið ikki fremst í huganum, men sjálvandi fegnist eg saman við øllum øðrum føroyingum um góða lutakastið.
Heldur tú, at tað fer at hava týdning fyri avrikini hjá landsliðnum, at eydnan hesa ferð var við í lutakastinum?
? Tað eru fleiri spælarar, sum hava verið á landsliðnum í nógv ár, og sum hava spælt nógvar landsdystir. Fyri sovornar spælarar hevði tað ivaleyst kenst eitt sindur tungt, um luturin aftur hesa ferð hevði verið at spælt ímóti stóru tjóðunum í Eystureuropa, sum vit fleiri ferðir áður hava dystast við. Tá luturin fall á Týskaland, so sigur tað seg sjálvt, at hetta eigur at vera eyka íblástur fyri royndu spælararnar, heldur Todi Jónsson.
Til Suðurafrika
Enn dugir Todi Jónsson ikki at siga, um tað fer at eydnast honum at koma á liðið hjá FCK, tá tað um tveir mánaðir aftur verður farið undir donsku landskappingina:
? Vit skuldu havt spælt venjingardyst ímóti B1913 leygardagin, men hann varð avlýstur, tí tað var kavi á vøllinum. Ætlanin var, at eg skuldi spæla síðsta hálva tíman. Komandi leygardag skulu vit spæla ein venjingardyst, og týsdagin í komandi viku fara vit á venjingarlegu í Suðurafrika. Har skulu vit vera í tvær vikur. Tað hevur sera stóran týdning fyri møguleikarnar hjá mær, at eg verði førur fyri at venja sum hinir, nú vit fara at fyrireika okkum til endaspurtin í landskappingini, sigur Todi Jónsson.
Hugalig ferð
Fyri jól var Todi í fleiri vikur í Eysturríki, har hann fekk serliga venjing fyri at byrgja fyri vøddaskaðunum, sum hava verið so herviliga títtir.
? Hans Backe, venjarin hjá okkum, syrgdi fyri, at eg kom niður hagar. Onkuntíð kendist tað tungt at venja í Keypmannahavn. Bæði eg sjálvur og ivaleyst hini í FCK eisini ivaðust í, um tað nakrantíð fór at eydnast hjá mær at koma fyri meg aftur. Eingin veit enn, um tað fer at eydnast. Men undir øllum umstøðum kendist tað kveikjandi fyri meg at hava kensluna av, at tað vóru væl útbúgvin fólk, sum serliga tóku sær av mær.
Hevur tú hugsað um at gevast?
? Eg havi alla tíðina arbeitt fyri at koma fyri meg aftur. Tað hevur ikki altíð verið so stuttligt, men um tú skalt hugsa um at vera við í hesum spælinum, so nyttar ikki at kúra og at geva skarvin yvir. Eg hiti ein hálvan tíma meiri upp, enn hinir gera, og eg eri nógv í styrkisvenjingar rúminum. Hvør úrtøkan verður fara komandi dagarnir og komandi mánaðirnir at vísa, men tað er neyðugt at gera arbeiðið.
Skeivu megin sýnisgluggan
Tað vil siga, at tú hevur slept øllum dreymum um landsliðið?
? Sum eg segði, so droymi eg ikki um landsliðið. Tað hevði verið ein stór avbjóðing at spælt ímóti Týskalandi. Men tað hevur størri týdning at síggja, hvussu dagurin í morgin fer at roynast.
Hvat hevur harmað teg mest hesar longu mánaðirnar, sum tú hevur verið skaddur?
? Málið hjá mær hevur altíð verið at sleppa aðra staðni at spæla fótbólt. Síðsta vár var eg toppskjútti í FCK, og eg var betri fyri, enn eg nakrantíð hevði verið. Tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at líkindini fyri at sleppa aðra staðni vóru betri tá, enn tey høvdu verið. Eg hoyrdi ikki sjálvur um útlendskan áhuga, men eg sá og hoyrdi, hvat fjølmiðlarnir vistu at siga. Tá DM heitið varð endaliga vunnið, og serliga tá FCK spældi Europa Cup dystir ímóti t. d. Lazio, var talan um ein sýnisglugga. Tá harmaði tað meg almikið at sita aftanfyri fótbóltskeypmenninar og hyggja at dystunum í staðin fyri at spæla við, sigur Todi Jónsson, sum framvegis tykist eins jarðbundin, sum hann altíð hevur verið.
Andlitsmynd av Toda
Tað hevði verið ein stór avbjóðing at spælt ímóti Týskalandi. Men tað hevur størri týdning at síggja, hvussu dagurin í morgin fer at roynast