Todi í tungum sjógvi

Fíggjarkreppan svíður í donskum fótbólti, og sambært Ekstra Bladet og bold.dk í dag, so stendur tað illa til í FC Amager, har Todi Jónsson er stjóri, og har Todi saman við fleiri øðrum føroyingum telist millum ánararnar.

Donsku miðlarnir vilja vera við, at nevndarformaðurin síðani síðsta summar, Brian Mollerup, er á veg úr sessinum. Hann er ein av oddamonnunum í stóru stadion ætlanini á Amager.

Miðlarnir vilja eisini vera við, at FCA er fíggjarliga so mikið spert, at tað verður trupult at rinda løn til spælararnar.

Todi Jónsson ásannar, at felagið er- sum øll onnur - rakt av fíggjarkreppuni, men hann avsannar, at trupulleikarnir eru so álvarsligir, at teir ikki kunnu loysast:

- Avbjóðingarnar eru stórar. Trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki hava fingið TV pengar í desember, og at vit ikki spæla í januar, februar og mars. Harvið fáa vit ikki inntøkur. Men hetta er ein avbjóðing, sum vit hava møguligar loysnir á, og hesum arbeiða vit við. Higartil hava vit megnað at rindað spælarunum løn. Vit rokna við, at tað framhaldandi fer at eydnast at reka felagið, men tað er stór fíggjarlig avbjóðing, og sum øll onnur mugu vit repa seglini, sigur Todi Jónsson sambært donsku miðlunum.