Fótbóltur
Tað hevur vakt ans í danska fótbóltsheiminum, at Fremad Amager, sum fyri stuttum boðaði frá stórum ætlanum í superliguni, í gjárkvøldið tapti botngysaran ímóti AB við 3-2, og nú er illa statt í 1. deild.
- Um tað endar við. at vit flyta niður, so verða ambitiónirnar framvegis stórar. Tað fer at taka longri tíð, men málið verður framvegis tað sama, sigur Todi Jónsson við danska Ekstra Bladet.
Í gjárkvøldið var Todi Jónsson í verjuni hjá Fremad Amager. Ekstra Bladet setir spurnartekin við, um tað var at brúka tilfeingið optimalt, tá royndi álopsspælarin verður nýttur í verjuni.
Todi svarar soleiðis:
- Tað sær ivaleyst undarligt út. Men er tað meiri brúk fyri mær í verjuni enn í álopinum, so eg spæli í verjuni, tá ið venjarin heldur, at tað er best.
Í tveimum teimum seinastu umførunum skal Fremad Amager spæla ímóti SønderjyskE og Herfølge.