Todi venur í Salzburg

Eysturríkskur lækni heldur seg hava funnið orsøkina til mongu vøddaskaðarnar hjá føroyska álopsspælaranum

 

Seinastu dagar hevur Todi Jónsson verið til uppvenjing í Salzburg í Eysturríki.

 

? Tað er venjarin hjá okkum í FCK, Hans Backe, sum hevur sent meg, tí hann hevur sum fyrrverandi venjari í Salzburg góðar royndir við uppvenjing av skaðum her, skrivar Todi Jónsson á heimasíðu síni.

 

Todi hevur verið illa plágaður av vøddaskaðum seinastu árini, og hesir skaðar vóru eisini ein viðvirkandi orsøk til, at Todi gavst at spæla á føroyska landsliðnum.

 

 

 

Funnið orsøkina

 

Nú heldur ein eysturríkskur lækni seg hava funnið orsøkina til teir mongu vøddaskaðarnar. Hann heldur, at kokan hevur forskotið seg eitt sindur, og tað gevur tær mongu fipurspreingingarnar.

 

Í Salzburg er ætlanin at gera okkurt við hetta.

 

? Eg venji tvær ferðir um dagin, har tað snýr seg um at venja vøddarnar og rætta kroppin upp. Tað er framvegis óvist, hvussu leingi eg verði her, sigur Todi á heimasíðu síni.

 

Tað tykist tó púra greitt, at Todi fer ikki at spæla aftur fyri FC Keypmannhavn í hesum árinum.