Tøgn í ein minutt undan EM-undankappingardystunum í kvøld

Myrdu svensku fjeppararnir vera heiðraðir kring Evropa í kvøld

Seinni í dag vera sjey EM-undankappingardystir í fótbólti leiktir kring Evropa.

 

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur tikið avgerð um, at undan øllum EM-undankappingardystunum kring Evropa skal vera tøgn í ein minutt.

 

Hetta skal gerast til minnis og til heiðurs fyri teir báðar svensku landsliðsfjeppararnar, ið vóru myrdir av einum islamisti í Bruxelles ígjár undan EM-undankappingardystinum millum Belgia og Svøríki.

 

Løgreglulið og trygdarlið í stórum tali vera til allar dystirnar í kvøld.