Tað var eins og ein bleiv lyftur hægri upp, meðan ein sat har og lurtaði. Tit skulu hava tøkk fyri hetta. Tøkk fyri at tit leggja so nógva orku í at gera okkum áhoyrarum gerandisdagin lættari. Tí eitt vita vit, og tað er, at tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri slíka framførslu. Og so kann eg ikki lata vera við at nevna unga solistin Eivør Pálsdóttir. Hennara klokkureina rødd setti prikkin yvir i-ið.
Bert spell, at hvørki sjónvarp ella útvarp vóru til staðar, tí hesa løtu hevði eg unt øllum Føroya fólki. Tó høvdu nógv leitað sær í Gøtu kirkju hendan sunnudagin. Ja, í kirkjuni var neyvan stólur tomur; og var tað við til at geva hendan serliga »stemningin«.
Tøkk til tykkum øll, ið skipaðu fyri, og ikki at gloyma kórleiðaran Hegin Kambsdal. Hasum komst tú væl frá.
áhoyrari