Tøknin skal sjálvandi rigga til royndirnar

Tað líkist ongum, at skúlanæmingar ferð eftir ferð verða hildnir fyri gjøldur í sambandi royndir og próvtøkur. Tað sigur Rigmor Dam, sum hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, fyrispurning sambært tingskipanini § 52a.

Rigmor Dam, sum er framsøgufólk Javnaðarfloksins í skúlamálum, hevur orðað landsstýrismanninum fimm spurningar, sum verða svaraðir skrivliga:

  1. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at seinastu talgildu royndirnar av fólkaskúla­næmingum hava hilnast tøkniliga? (Her verður eitt nú hugsað um seinastu Pisa-kanning, royndir og royndarroyndir hjá 9. og 10. flokkunum og seinastu lands­royndina?)
  2. Hvørjir hava trupulleikarnir verið?
  3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja sær, at slíkar tøkniligar gølur, sum vit hava verið vitni til, fara ikki at koma fyri í sambandi við endaligu roynirnar í framhaldsdeildini í summar og aðrar slíkar landsumfatandi royndir frameftir?
  4. Hvørjar eru avleiðingarnar av slíkum gølum?
  5. Fáa næmingar/lærarar endurgjald ella á annan hátt uppreisn fyri tort og sviða, ella endurgjald fyri møguligar skaðar á telduútbúnað, sum vit til dømis upplivdu undir seinastu Pisa-kanning?  

 


Í viðmerkingunum til fyrispurning staðfestir tingkvinnan, at fyrireikingar og fremjan av royndum og próvtøkum fylla tíverri alt ov nógv í ger­andis­degnum hjá børnum okkara, og hon mælir til, at hetta verður tikið upp og eftirmett politiskt. 



Men aktuelli spurningurin snýr seg um, hvussu vit tryggja okkum ímóti tøkniligum gølum, sum vit hava upplivað í seinastuni í sambandi við royndarroyndir, royndir og próvtøkur.


Vit vaksnu vænta vanliga, at fólk hava somikið av virðing fyri okkum, at tingini fungera – bara tað fullkomna verður góðtikið. Seinastu skúlagølurnar vísa eina van­virðing fyri børnum og teirra lívi, tí tað tykist ikki sum, at tunga tøkniliga skjútsið ella ekspertisan verður drigið inn á pallin, tá um børnini ræður.


Sambært miðlunum miseydnaðist parturin um telduførleikar næminganna (!) undir seinastu Pisa-kanning til deils, tí útflýggjaðu geymarnir, sum skuldu setast í teldurnar hjá næmingunum, í ávísum førum ikki riggaðu, og at summar teldur fóru í svart av virus frá geymunum. Teldur brotnaðu, onkur skúli fekk ikki uppgávurnar sendandi, tí ov fá eintøk vóru prentað, umframt at funnist var at málsliga partinum av Pisa-til­farinum.


Eisini hevur verið at frætt um stórar trupulleikar í sambandi við seinastu royndar­royndir í framhaldsdeildum, har telduforrit og –útbúnaður als ikki heva riggað, hetta til alstóra ørkymlan hjá næmingum og lærarum, sum sjálvandi nú óttast fyri roynd­unum/próvtøkunum, sum standa fyri framman. Tí verður spurt, um útlitini fyri komandi royndir og próvtøkur.


Nú 4. og 6. flokkar landsins vóru til landsroynd, var aftur galið, og endin var, at Mentamálaráðið mátti avlýsa royndina, eftir at hon var sett í gongd – hóast fleiri ávaringar frá lærarum, leiðslum og feløgum.


At fara til roynd hevur alstóran týdning í lívinum hjá einum barni. Tey flestu eru sera spent, men eisini nervøs, og øll gera sítt ítasta, til tess at fáa so gott úrslit sum gjørligt – næmingar og lærarar.


Vit hava megnað at fremja eina landsumfatandi fólkateljing, eina landsumfatandi screening fyri CTD, landsumfatandi val til Løgting og Fólkating, vit hava landsum­fatandi telduskipanir til skatt, landsbúskap og fiskiveiðu. Men kortini megna vit eftir øllum at døma ikki í 2014 at fremja eina nøktandi landsroynd fyri næmingar í 4. og 6. flokki, eina Pisa-kanning ella royndir fyri framhaldsdeildina, sum fara fram á teldu við serframleiddum telduforritum.

- Her má onkur taka um endan, tí børnini kunnu fáa ræðslu fyri royndum og próvtøkum, um tær ikki verða framdar professionelt og við størsta varsemi, sigur tingkvinnan.