Tølini siga at Víkingur fer at vinna fyri 20. ferð á rað

Tað eru næstan fýra ár síðani, at NSÍ vann grannauppgerðina á heimavølli

Víkingur riggar til at fara út til Runavíkar. Setningurin í kvøld er at vinna 20. sigurin á rað í landskappingini.

 

Manningarligu fyritreytirnar eru ikki tær bestu hjá FM favorittunum. Olaf Bárðarson, Andreas Lava Olsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Jørgen Nielsen hava verið skaddir í nógvar vikur, og nú eru vongverjarnir Ari Olsen og Ingi Jonhardsson eisini skaddir. Signar á Brúnni verður vongverji í høgru í kvøld, og Bergur Gregersen verður vongverji í vinstru. Ivaleyst fer Árni Nóa Atlason aftur í kvøld at fáa møguleikan á sentrala miðvøllinum.

 

Tølini siga, at Víkingur eigur at vera favorittur. Í fjør var NSÍ í næstbestu deldini. Tey 10 árini undan niðurflytingini hittust NSÍ og Víkingur 15 ferðir í landskappingardysti við Løkina. Víkingur vann níggju ferðir, NSÍ vann fimm ferðir, og ein dystur endaði 1-1.

 

Síðsta ferðin, at NSÍ vann á heimavølli ímóti Víkingi var 24. oktober í 2020, tá ið Víkingur í Runavík legði rygg til 3-2 tap.

 

Hjá NSÍ hevur miðverjin Oddur Á. Højgaard verið skaddur í fleiri vikur, og í 4-2 sigrinum í Fuglafirði var sentrali og verjukendi miðvallarin Konrard Gustafsson vøddaskaddur.

 

NSÍ – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.00.