Tølini yvir deyð og løstað bara veksa

Fyrr í kvøld visti tíðindastovan AFP at siga, at samlaða talið av deyðum í Turklandi og Sýrialandi nú er omanfyri 3.600.

Talið av deyðum og løstaðum í hørðu jarðskjálvtunum, sum síðstu nátt raktu Turkaland og Sýrialand, hevur verið alsamt veksandi so hvørt, sum bjargingarliðini koma fram.

 

Fyrr í kvøld visti tíðindastovan AFP at siga, at samlaða talið av deyðum nú er omanfyri 3.600, harav 2.316 eru staðfest deyð í Turkalandi og 1.293 í Sýrialandi.

 

Sagt verður, at talið av løstaðum er omanfyri 14.000, sambært turkisku myndugleikunum stívliga 11.000 í Turkalandi og 3.400 í Sýrialandi.

 

Í báðum londunum verður stúrt fyri, at tølini fara at veksa, bæði talið av deyðum og talið av løstaðum, tí framvegis eru nógv fólk ikki komin afturíaftur eftir jarðskjálvtarnar.

 

##med2##

 

 

 

Henda myndin er úr Sýrialandi, har bjargingarmaður kemur við einum smábarni.