Toftamenn eru saman við teimum stóru

Stóri KÍ sigurin í Sørvági, B36 uppreisnin í Fuglafirði og fína avrikið hjá B68 seta sín dám á liðið

Í gjár var 10. umfar, og sunnudagin verður 11. umfar. Tað vil siga, at talan er um trý umfør í eina viku.

 

At tað er stutt millum dystirnar rakar serliga meint tey feløgini, har tað eru fáir skikkaðir spælarar at skifta við.

 

Tað hevur aftur og aftur verið havt á orði, hvussu væl tað síðstu tíðina hevur gingið hjá Víkingi við fleiri ungum spælarum og trimum veteranum, sum eru væl uppi í tríatiárunum og lyklaspælarar.

 

Í gjár megnaði Víkingur ikki at halda fram í góða stimanum. Leikferðin var ikki tann, sum hon hevur verið, B68 var tvær ferðir á odda, og tað endaði 2-2 á Svangaskarði. Víkingur hevði fleiri góðar støður og onkra vandamikla roynd. B68 málverjin Joakim Jurs, sum var komin fyri seg eftir skaðasteðg, var so sannførandi, at hann er málverji á liðnum eftir hetta umfarið.

 

B68 liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen, sum í síðstu viku fylti 20 ár, var tryggur í miðverjuni, har hann á liðnum eftir hetta umfarið er settur undir liðina á Odmar Færø hjá KÍ, sum aftur var stórstuðul, tá ið KÍ vann 9-0 í Sørvági. Vongverji í høgru er Benjamin Heinesen hjá B36, ið var ein av teimum, sum gekk undan, tá ið B36 vann 5-0 í Fuglafirði, og Dávid Langgaard hjá KÍ er vongverji í vinstru. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var millum teir fyrstu ellivu. Hann var tryggur í verjupartinum og skoraði tvey mál.

 

Árni Frederiksberg var framúr væl upplagdur í høgru, tá ið KÍ vann 9-0 í Sørvági. Lukasz Cieslewicz var arbeiðssamur spælskipari hjá B68, og hann er valdur at vera sentralur miðvallari saman við Jacob Trenskow, ið var eyðsýndur í 2-0 NSÍ sigrinum í Trongisvági, har hann skoraði fyrra málið. Í 4-0 tapinum í Klaksvík var Bjarki C. Nielsen ikki millum teir fyrstu ellivu hjá B36. Tað var hann í gjár í Fuglafirði, har hann skoraði fyrsta málið og var eyðsýndur í framrættaða partinum.

 

Í fremstu ódnunum eru Páll A. Klettskarð, sum skoraði í Sørvági og legði seg undir liðina á Andreas Lava Olsen á máltindinum, og Martin Klein Joensen. Hann varð skiftur inn á liðið hjá Víkingi beinanvegin eftir steðgin og átti avgerandi leiklut, tí hann skoraði bæði málini hjá Víkingi.

 

Miðlahúsið hevð fólk á øllum fimm støðunum, har tað í gjár var fótbóltur í fremstu røð. Eftir at hava vigað aftur og fram og fyri og ímóti er niðurstøðan, at okkara boð upp á liðið eftir 10. umfar er hetta:

 

Liðið eftir 10. umfar

 

Joakim Jurs, B68 – Benjamin Heinesen, B36, Odmar Færø, KÍ, Aleksandur Ó. Jensen, B68, Dávid Langgaard, KÍ – Árni Frederiksberg, KÍ, Lukasz Cieslewicz, B68, Jacob Trenskow, NSÍ, Bjarki C. Nielsen, B36 – Páll A. Klettskarð, KÍ, Martin Klein Joensen, Víkingur

 

 

 

Sunnudagin verður 11. umfar: KÍ – B68, ÍF – EB/Streymur, Víkingur – TB, NSÍ – HB og B36 – 07 Vestur. Mánamorgunin hava vit boð upp á liðið eftir 11. umfar.