Toftamenn fegnir um stigini í Sumba

Fótbóltur: Misbrúktu fleiri møguleikar, og so var um reppið at heimaliðið javnaði

Toftamenn hildu tað ikki vera serliga heppið, at teir skuldu til Sumbiar í fyrsta umfarinum. Sumbingar eru altíð vandamiklir á heimavølli, og í fyrsta umfarinum eftir uppflyting kann roknast við, at liðið, ið er flutt upp, er serliga uppsett at vísa, at dugur er í teimum.


Fleiri við fáum royndum

Tað var eitt sindur á fjáltri á heimaliðnum fyrstu løtuna, og tað var kanska ikki so undarligt. Á liðnum eru nakrir garvaðir veteranar, t.d. Marlon Kjærbo og Páll Magnar Kjærbæk í miðverjuni, Jan Poulsen og D. J. Joensen á miðvøllinum og René Thomsen í álopinum.

Saman við teimum eru tveir útlendingar ? ein jugoslavi og ein dani - og so eru fýra blaðungir spælarar, sum ongar royndir hava í 1. deild. Millum teirra eru teir báðir vongverjarnir, Sonni Kjærbo og Mortan í Hørg, og serliga hesin seinni nevndi vísti, at hann hevur góð evni og verður fongur hjá Sumba.

Heimaliðið hevði ikki nógvar møguleikar í fyrra umfarinum, men René Thomsen, sum alla tíðina var størsta álopshóttanin, hevði eitt gott langskot, sum úr 20 metrum brast í tvørtræið aftanfyri nýggja B68 málverjan, Magnus Poulsen.


Fleiri møguleikar

og fá mál

B68 hevði betri tak á spælinum á miðvøllinum, uttan at teir spældu upp til tað, sum roknast kann við av liði, sum er mannað við nógvum spælarum, ið hava drúgvar royndir.

Hjá B68 var Arnfinn Olsen nýggjur á vinstra vongverja, meðan Jákup Eli Olsen mannaði sentrala miðvøllin saman við Øssuri Hansen og Fróða Benjaminsen.

Fyrstu átta minuttirnar hevði B68 tríggjar stórar møguleikar, men Jan Petersen og Fróði Benjaminsen sendu við síðuna av, og Ingi Hansen fekk ikki tamarhald á.

Málini komu síðstu løtuna. Jan Petersen var tryggur úr ellivu metrum, eftir at Andréy Stakhánov (miðvøllurin hevði ofta ilt við at finna hann) hevði tiltuskað sær eitt brotsspark uttarlaga í brotsteiginum. Sumbingar vóru alt annað enn samdir við dómaran í hansara meting av støðuni.

Fróði Benjaminsen økti til 2-0, tá hann stútaði hornasparksinnlegg frá Øssuri Hansen í málið.


Stórt trýst

2. hálvleikur var órudduligur. Toftamenn duttu alt longri aftur á vøllin, og teir komu undir stórt trýst, meðan teir royndu at verja um leiðsluna.

Tað restaðu fýra minuttir, tá René Thomsen minkaði við brotssparki, sum varð dømt fyri hands, og ferðin var øgilig síðstu løtuna. Niels Suni Poulsen sá reytt, tá hann lítla løtu fyri leiklok fekk annað gula kortið, Magnus Poulsen stórbjargaði eina ferð, og Jan Petersen bjargaði eina ferð á strikuni fyri B68.

Sumbingarnir hava fleiri ferðir sagt, at tað fer at verða torført at draga stig í reiðrið, og tað halda teir var sjón fyri søgn hesa ferð. Sunnudagin fáa teir vitjan av ÍF, og tað er einki at liggja omaná, at tað er júst í heimadystum sum teimum móti B68 og ÍF, at stigini skulu fáast.