Toftamenn haltaðu illa í dag

Víkingur skoraði trý mál í fyrra hálvleiki og styrkti við heimasigrinum ímóti B68 um sína støðu á silvurplássinum

Víkingur vann seinnapartin 3-1 í Sarpugerði ímóti B68. Hálvleiksstøðan var 3-0. Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur 50 stig, og at teir í Eysturkommunu liggja væl á kósini ímóti europeiskari luttøku næsta summar.

 

Noah Mneney var miðverji hjá Víkingi fyri Atla Gregersen, sum aftur í dag var leikbannaður. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir, setti Noah Mneney hol á eftir horna úr høgru frá Jákupi Johansen.

 

Tíggju minuttir undan steðginum økti Andreas Lava Olsen um munin til 2-0 eftir innlegg úr høgru frá Bárði J. Hansen, og fimm minuttir undan steðginum økti Jákup Johansen um munin til 3-0 eftir innlegg úr vinstru frá Olafi Bárðarson.

 

-Vit høvdu fleiri aðrar góðar málmøguleikar – bæði í fyrra og seinna hálvleiki, og hóast toftamenn í seinna hálvleiki minkaðu um munin, so kendu vit okkum ongantíð hóttar, sigur landsliðsspælarin og miðverjin hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar.

 

Tá ið ein stórur tími var farin, minkaði B68 um munin. Málskjútti til 3-1 var Andri Benjaminsen, sum nú hevur skorað seks mál og er toppskjútti hjá B68.

 

B68 venjarin Øssur Hansen heldur, at tað órógvaði hansara lið, at tað stutt undan dystarbyrjan var neyðugt at gera fleiri broytingar:

 

-Tað vísti seg, at Rói Mørk Hentze ikki var førur fyri at verja málið, og at Lukasz Cieslewicz ikki var førur fyri at vera á miðvøllinum. Vit hava ikki so nógvar royndar spælarar at velja ímillum, og tá ið Esmar P. Clementsen er burturi í útbúgvinarørindum, og liðformaðurin og miðverjin Aleksandur Ó. Jensen framvegis er skaddur, so kendist tað serliga í fyrra hálvleiki, at talan var um nógvar broytingar. Eg haldi, at teir, sum vóru á vøllinum, vísti góðan hugburð, og tað var hugaligt, at vit megnaðu at minka um munin til 3-1.

 

Um eina viku fær B68 vitjan av grannunum í NSÍ:

 

-Tað gleða vit okkum til, og vit rokna við, at fleiri av teimum, sum ikki vóru førir fyri at spæla í dag, vera tøkir til dystin ímóti NSÍ, sigur B68 venjarin Øssur Hansen.

 

Víkingur – B68 3-1 (3-0)

 

1-0: Noah Mneney

 

2-0: Andreas Lava Olsen

 

3-0: Jákup Johansen

 

3-1: Andri Benjaminsen

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

Víkingur: Sonni Højgaard – Bárður J. Hansen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Geza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen

 

B68: Joakim Jurs – Ari Johannesen, Áki Johannesen, Chris Jastrzembski, Hjalti Strømsten – Tonni J. Thomsen, Jann Ingi Petersen – Andri Benjaminsen, Bárður Ó. Jensen – Fríði í Túni Petersen, Steffan A. Løkin