Toftamenn á veg úr botninum

Tað var stórur munur á, tá ið Dagfinn Olsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð. B68 spælararnir og teirra viðhaldsfólk fegnaðust, og tað høvdu tey alla orsøk til. 2-1 sigurin á Argnum ber við sær, at B68 hevur lagt sjógv millum seg og AB og FC Suðuroy.

AB viðhaldsfólkini hingu við nevinum, og tað var ikki at undrast á. Serliga illa skaðaplágaða AB hevði skapt vón um stig og kanska sigur, tá ið heimaliðið beinanvegin hevði lagt seg á odda, men longu áðrenn farið varð til hálvleiks hevði B68 lagt seg framum.

 

Støðan er heilt hættislig hjá AB, og í næsta umfari verður tað heilt avgerandi, tá ið FC Suðuroy og AB fara at hittast á Vágseiði.

 

------

 

AB-B68 1-2 (1-2)

1-0: Jákup Dam 2.

1-1: Kristian Anton Andreasen 4.

1-2: Ahmed Keita 34.

Dómari: Dagfinn Olsen

AB: Heðin Stenberg ? Alex Mellemgaard, Tummas Justinussen, Rói Danielsen (Sjúrður Ellefsen, 69.), Yohan Borðoy (Dion Splidt Jacobsen, 46.) - Ingvard Vang (John Hansen, 60.), Jobin Drangastein, Evrard Blé, Nikolaj Eriksen, Rasmus Nielsen - Jákup Dam

Gult kort: Rói Danielsen, Evrard Blé, Rasmus Nielsen

B68: Petur Meinhard Magnussen ? Poul N. Poulsen (Jónleif Højgaard, 67.), Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Øssur Hansen - Niklas Joensen (Jóhan Petur Poulsen, 33.), Remi Langgaard (Eli Simonsen, 77.), Ndende, Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreasen, Keita

Gult kort: Niklas Joensen, Remi Langgaard

 

-----------

 

Liðugt

1-2

 

90 min.

1-2

 

Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir aftrat vanligu leiktíðini.

 

 

85 min.

1-2

Argjamenn royna at leggja trýst á, men toftamenn hava verið eins tætt við at skora, sum heimaliðið hevur verið tað. Eitt nú hevur Jónleif Højgaard verið tætt við, tá ið hann hevur bjóðað mótstøðumonnunum av.

 

----

 

75 min.

1-2

Remi Langgaard er farin av vøllinum, og í hansara stað kemur Eli Simonsen.

Ein minutti áðrenn hann varð útskiftur, hevði Remi Langgaard sæð gula kortið.

 

-----

 

Jónleif Højgaard er komin inn á B68 liðið í staðin fyri Poul N. Poulsen.

 

----

 

65 min.

1-2

Uppspælið hjá B68 gongur serliga í vinstru, har Øssur Hansen, Ndende og Pól Jóhannes Justinussen hava gott tak á bóltinum og vísa gott hugflog.

 

-----

 

60 min.

1-2

Rói Danielsen, miðverjin hjá AB, er farin skaddur av vølli. Í hansara stað er komin Sjúrður Ellefsen. AB hevur nú tríggjar í vikuni.

 

 

55 min.

1-2

John Hansen er komin á vøllin fyri Ingvard Vang. John Hansen er fluttur aftur á høgra vongverja, og Dion Splidt er fluttur fram á miðvallarplássið í høgru.

 

----------

 

50 min

1-2

AB hevur sett Dion Splidt Jacobsen inn fyri Yohan Borðoy. Tað ber við sær, at Dion er settur inn á høgra vongverja, meðan Alex Mellemgaard er fluttur úr høgru og yvir í vinstra verjuborð, har hann plagar at spæla.

 

---------

 

Hálvleikur

1-2

 

--------

 

1-2: Keita 35.

Kristian Anton Andreasen lyfti inn í brotsteigin, og Keita sendi umvegis økslina á verjuspælara bóltin í málið.

 

B68 hevur verið leikliga greitt omaná.

 

--------

 

1-1: Kristian Anton Andreasen 6.

fínt langskot upp í hornið!

----

 

1-0: Jákup Dam 3.

 

Nikolaj Eriksen spældi Jákup Dam leysan í høgru og sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann setti bóltin í málið.

 

 

-------------

 

AB-B68 kl. 18.00

Dómari: Dagfinn Olsen

AB: Heðin Stenberg ? Alex Mellemgaard, Tummas Justinussen, Rói Danielsen, Yohan Borðoy (Dion Splidt, 46.) - Ingvard Vang, Jobin Drangastein, Evrard Blé, Nikolaj Eriksen, Rasmus Nielsen - Jákup Dam

B68: Petur Meinhard Magnussen ? Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Øssur Hansen - Niklas Joensen (Jóhan Petur Poulsen, 34.), Remi Langgaard, Ndende, Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreasen, Keita

Gult kort: Niklas Joensen