Toftir hava ein luksustrupulleika

Í Nes kommunu hava tey ein luksustrupulleika, sum er, at fólkatalið ongantíð áður hevur verið so stórt, sum tað er í dag.

Fólkatalið í Nes kommunu hevur ongantíð verið so stórt, sum tað er í dag, og vøksturin seinasta árið var sambært Hagstovu Føroya heili 4,4 prosent. Í tíðarskeiðnum, 1. september 2017 til 1. september 2018, vaks fólkatalið í Nes kommunu við tilsamans 55 fólkum, og íbúgvaratalið í kommununi er í dag 1319.

 

Av teimum 55, vóru 44 tilflytarar, sum eru nýggj fólk í kommununi, og burðaravlopið í árinum var 11.

 

Hyggja vit eftir fólkatalinum í Nes kommunu hin 1. januar í 2014, búðu 1212 fólk tá í kommununi, og soleiðis er talið vaksið við meira enn 100 fólkum hesi árini. Fara vit nøkur fá ár aftur í tíðina, vóru 190 næmingar í Tofta skúla, og í dag er næmingatalið 207.

 

Á Svangaskarði á Toftum er nýggj vøggustova og lutfalsliga nýggjur barnagarður, men hóast her er við at gerast trongligt, er kortini einki barn á bíðilista. Nú arbeitt verður við at dagføra og byggja frítíðarskúlan út, sum húsast á Brekkukletti, verða eisini tvær stovur bygdar aftrat frítíðarskúlanum.

 

Nýggju stovurnar skulu hýsa elstu barnagarðsbørnunum, sum soleiðis kunnu halda fram í frítíðarskúlanum, tá tey fara í skúla. Frítíðarskúlin í Nes kommunu tekur annars ímóti børnum til og við 2. skúlaflokk. At frítíðarskúlin eisini fær tvær barnagarðsstovur aftrat, fer at lætta um trýstið í sjálvum barnagarðinum.

 

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at støða verður seinni tikin til, um báðar tær nýggju barnagarðsstovurnar skulu innrættast beinanvegin – ella, um tað verður nógmikið við aðrari stovuni fyrst.