Tvørámenn vóru á Svangaskarði sunnudagin, har teir í kuldanum hildu tætt, til tað bara manglaði ein lítil løta. So eydnaðist tað B68 at fáa mál, og harvið hanga teir uppií og hava framvegis møguleika at sleppa víðari í fjórðingsfinaluna, sjálvt um møguleikin ikki gjørdist størri, tá tað frættist, at vágbingar høvdu vunnið í Klaksvík.
Men B68 hevur framvegis avgerðina í egnum hondum. Í annað kvøld kemur KÍ út á Svangaskarð, og nú verður tað stríðið nógv meiri avgerðandi, enn tað vóru ábendingar um undan vikuskiftinum, og so kemur VB á Svangaskarð.
Sigursmálið hjá B68 stútaði Steinar Hansen, eftir at skotroynd úr átjan metrum frá innskifta Øssuri Jacobsen hevði tikið tvørtræið aftanfyri Magna Hentze, sum ikki rakk upp til bóltin.
Gera nýíløgu
Tvørámenn ætlaðu sær javnleik, og hóast teir sum 2. umfarið leið vórðu kroystir alt longri aftur á egna hálvu, so dyrgdu teir eftir sigrinum. Egil Steintórsson skifti seg sjálvan inn í álopið, og tað var onkra ferðina um reppið, at teir koma ígjøgnum í skjótálopum.
Óli Johannesen og Eyðun Kjærbo í miðverjuni eru botnur í einum liði, sum fer at vera við í kappingini um bestu plássini í 2. deild, og á miðvøllinum verða tað Jón Tórður Holm og Einar Petersen, sum skulu taka stóra ábyrgd á seg.
Nógvir av spælarunum eru blaðungir, og fyri framtíðina hjá teimum og TB ger tað einki, at teir fáa sær royndir í næstbestum deildini. At teir skjótt verða at síggja aftur í 1. deild er einki at ivast í.
Kapprenna við tíðina
Á heimaliðnum var tað sjón fyri søgn, at útskiftingarnar hava verið nógvar síðani í fjør, og heildaravrikið var avgjørt ikki eina deild betri, enn tað hjá TB var.
Millum teir fyrstu ellivu var tað bara ein, sum var stuðulsspælari í fjør. Tað var Fróði Benjaminsen, og hann hevði venjarin hesa ferð sett á aftasta mann ? í einari roynd at tetta, eftir at tíggju mál vóru farin ígjøgnum í Vági og í Klaksvík.
At tað eru so nógvir nýggir menn á liðnum, og at teir koma úr so ymiskum londum og feløgum ger, at misskiljingarnar og mistøkini eru nógv. Tríggir brasiliumenn vóru á vøllinum, og teir fylla ikki nógv upp. Teir hava framvegis trupulleikar av undirlagnum, og um teir fara at vera eyðsýndir, so fer tað at vera í framrættaða partinum. Hesa ferð vóru tveir teirra á sentrala miðvøllinum. Ímóti einum sterkum liði í 1. deild verður tað heilt víst ov tunnligt.
Í verjupartinum stóðu Oleif Joensen ? fekk fyri fyrstu ferð møguleikan á verjukendum miðvallarplássi ? og Signar Johannesen seg væl. Hesin seinni hevði saman við málskjúttanum fríár í fjør, tá teir ikki vandu, men spældu í 4. deild. Tað eigur at kennast aftur, og tá hesir báðir við sínum góða hugburði longu eru millum stuðlarnar, kanst tú ivast í støðinum á liðnum.
Jákup Djurhuus hevur sitið nógv á beinkinum. Hann kom inn í 2. hálvleiki og var við í nógvum framrættaðum í høgra borði, og tað var eisini har, at flestu álopini komu ígjøgnum í 1. hálvleiki, tá Bogi Petersen var ytstur. B68 hevði fleiri vandamikil innlegg fyrstu løtuna, men fleiri ferðir manglaði onkur undir málinum at seta fótin á.
Í vinstra borði var Lucio sera skjótur, men tað var heilt sjáldan ella ongantíð, at hann varð spældur soleiðis at nytta fekst burturúr ferðini.
Nú eru minni enn tvær vikur til fyrsta umfarið í landskappingini. Nú skal Bjørn Krogh taka avgerð um, hvussu liðið skal síggja út, og tíðin er ikki long at samanspæla, men hetta eru treytirnar.