Tók fleiri tímar at vaska fiskalýsi av vegnum

Tað órógvaði ferðsluna nógv um Gøtueiði, at ein bilur mista fiskalýsi á vegin

Um 11 tíðina fyrrapartin í gjár lak fiskalýsi úr einum bili á Gøtueiði, sum var á veg til Førka við einum tanga av fiskalýsi. Komin á Gøtueiði varnaðist førarin, at tað lak úr tanganum, og hann valdi tí at steðga við fyrsta høvi, sum var við Skipaneskrossin.

Men ólukkutíð var so nógv fiskalýsi komið á vegin, at gjørdist hált sum á kalvabaki.

Tað tók sløkkiliðnum fleiri tímar at vaska vegin aftur. Vegurin var stongdur eitt skifti, og síðani var annað sporið opið, til teir vóru lidnir at spula. Tá var um 17 tíðina seinnapartin.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at málið nú verður kannað nærri. Hildið verður, at yvirtrýst hevur verið í tanganum av hitanum, og tí eru onkrir ventilar sjálvvirkandi opnaðir.

– Nú skulu vit hava vitnisfrágreiðingar og kunna okkum um umstøðurnar og trygdarskipanirnar bilinum, áðrenn støða verður tikin til, um hetta fær avleiðingar fyri bilføraran.