Talið á deyðum eftir tokeldin har suðuri í India í gjár er nú komið upp á 32 Vanlukkan hendi einar 200 kilometrar frá býnum Hyderabad, og indiska løgeglan sigur, at tað var eitt skammlop, sum var orsøk til eldin.
Nógv ferðafólk lógu og svóvu, tá eldurin kyknaði.
Jarnbreytarmyndugleikarnir siga, at fimm av vognunum kolaðust upp.
Í fyrstani ljóðaði, at talan kanska var um eitt yvirgangsálop, men tað avsanna myndugleikarnir.