Tóki kom, sá og sigraði

EB/Streymur skoraði sigursmálið í Sørvági í tíðini, sum dómarin legði aftrat

Sætta mars var fyrsta umfar. Tá átti EB/Streymur heimavøll ímóti ÍF. Millum teir fyrstu ellivu var Tóki H. Johannesen. Hann var á vøllinum í 70 minuttir. So noyddist hann skaddur av vøllinum, og hann hevur ikki síðani verið á besta liðnum.

 

Nú summarsteðgurin er av, var Tóki H. Johannesen tøkur aftur. Hann var á beinkinum í Sørvági í kvøld, og hann varð skiftur inn fyri Hans Paula Samuelsen, tá ið tað restaðu 20 minuttir.

 

Og tað var vorðin sum løta, ið 24 ára gamli Tóki H. Johannesen var á vøllinum í Sørvági.

 

Tað var málleyst, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Lítla løtu seinni spældi Ronni Møller-Iversen bóltin til Tóka H. Johannesen, sum takkaði fyri og skoraði. EB/Streymur vann 1-0, og sigurin ber við sær, at EB/Streymur nú hevur 15 stig og fekk luft til tey fýra liðini, sum eru lægri á støðutalvuni.

 

Í kvøld er tað eitt ár síðani, at Tóki hevur skorað í bestu deildini. Tað gjørdi hann 27. juli í 2020, tá ið EB/Streymur vann 3-1 á útivølli ímóti Skála.  

 

-Vit royndu og royndu, hóast tað sá út til, at úrslitið fór at verða málleysur javnleikur, og at enda eydnaðist tað at skora sigursmálið. Tað kennist vera fantastiskt, tí vit tóku okkum longur frá botninum. Men vit kunnu ikki hvíla, tí nú eru nógvir dystir á skránni í august mánað, sigur venjarin hjá EB/Streymi Jákup Martin Joensen.

 

Fyrsta royndin hjá EB/Streymi í august verður mánakvøldið, tá ið KÍ verður gestur í Hólmanum á Eiði.

 

Hagtølini siga, at 07 Vestur vann átta hornaspørk, meðan EB/Streymur vann fýra hornaspørk. EB/Streymur hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn heimaliðið hevði, og EB/Streymur hevði tríggjar stórar málmøguleikar, meðan 07 Vestur hevði ein møguleika.