Tóku 14-15 ára gamlan bilførara í nátt

Mitt í nátt tók løgreglan ein bil, sum var fullur av ungdómi, sum var alt ov ungur til at koyra bil

Mitt í nátt ringdu fólk til løgregluna at boða frá, at tey høvdu varnast ein bil, har tey vóru vís í, at okkurt var púra galið. Hetta var í høvuðstaðarøkinum og tá ið løgreglan fór at kanna málið, og fekk steðga bilinum, máttu tey ásanna, at so var. Løgreglan sigur, at tað vóru finn blaðung fólk í bilinum, øll vóru um 14-15 ára aldur, og tað var eisini ein av teimum, sum koyrdi bilin.

 

Hetta var um fýra tíðina í nátt og løgreglan sigur, at tey vórðiu øll tikin við á støðina og so varð ringt eftir foreldrunum. Men av tí, at tey vóru so ung, fær barnaverndin eisini boð um málið. Á Løgreglustøðini var tað ein lætti, at eingin hevði fingið skaða undir koyringini, men nú verður kannað, hvussu tey høvdu fingið fatur á lyklinum til bilin.