- Vit samstarva fult og heilt við mydugleikarnar í hesum máli, og vit vilja leggja dent á, at vit ikki tolerera slíkt umborð á okkara skipum, sigur Masaana Egede. Mynd: Royal Greenland.

Tolerera ikki hassj umborð á okkara skipum

- Vit gera tað, vit kunnu fyri at hjálpa løgregluni, sigur samskiftisleiðarin hjá Royal Greenland, Masaana Egede.

- Vit samstarva fult og heilt við mydugleikarnar í hesum máli, og vit vilja leggja dent á, at vit ikki tolerera slíkt umborð á okkara skipum, sigur Masaana Egede. Mynd: Royal Greenland.

Tað var seinnapartin í gjár, at danska løgreglan fann stórar nøgdir av hassji umborð í rækjutrolaranum, Avataq hjá Royal Greenland, sum lá í Frederikshavn í Danmark.

 

Talan var um 21 kilo av hassji tilsamans, harav danska tollvaldið fyrst hevði funnið eitt kilo, og síðan sendi boð eftir løgregluni, sum rannsakaði skipið og fann heili 20 kilo aftrat.

 

Avataq hevur ligið í Frederikshavn í seks vikur, men seint í gjárkvøldið varð loyst, og skipið setti kós heim til Føroya.

 

Danska løgreglan segði í gjár, at enn er eingin handtikin, tí eingin hevur játtað seg sekan. Nú verður málið kannað, og løgreglan hevur eisini fingið vakmyndir at hyggja eftir.

 

Sermitsiaq veit at siga, at tey 21 kilo'ini av hassji kundu verið seld fyri fleiri miljónir í Grønlandi.

 

Samskiftisleiðarin hjá Royal Greenland, Masaana Egede, sigur við Sermitsiaq, at reiðaríið ger alt, sum gerast kann fyri at hjálpa løgregluni at loysa málið.

 

- Vit samstarva fult og heilt við myndugleikarnar í hesum máli, og vit vilja leggja dent á, at vit ikki tolerera slíkt umborð á okkara skipum, sigur Masaana Egede.

 

 

 

- Vit samstarva fult og heilt við mydugleikarnar í hesum máli, og vit vilja leggja dent á, at vit ikki tolerera slíkt umborð á okkara skipum, sigur Masaana Egede. Mynd: Royal Greenland.