Fyrr hava tey lýst økið til leigu og nú eru tey farin at nýta ta í sambandi við landing av fiski. Talan er um økið kring ferjuleguna í Vestmanna. Hetta økið verður vanliga nýtt til bilarøðirnar til ferjurnar um Vestmannasund. Trupulleikin er tann, at Vestmanna kommuna eigur økið og rindar allan kostnaðin av viðlíkahaldi av økinum, hóast økið verður nýtt í sambandi við almenna farleið um Vestmannasund
Vestmanna kommuna fær hóast alt vanligt havnargjald fyri báðar ferjurnar, men hetta halda tey í bygdaráðnum ikki vera nøktandi fyri nýtsluna av økinum kring ferjuleguna. Tey vísa á, at havnargjaldið er eitt gjald fyri at liggja við bryggju.
Vælkomin at leiga økið
Jóhanna Maria Petersen, varaformaður í bygdaráðnum í Vestmanna, sigur, at orsøkin til, at tey eru farin í gongd við at nýta ferjuleguna og økið kring hana til landingararbeiði er tann, at tey vilja hava myndugleikarnar at vakna, so at samráðingar kunnu fáast í lag. Hon vísir á, at bygdaráðið fleiri ferðir hevur vent sær til vinnumálastýrið viðvíkandi hesum máli, men vinnumálastýrið hevur ikki latist um vón. Tískil eru limirnir í bygdaráðnum vorðnir samdir um, at annað má gerast, fyri at fáa vinnumálastýrið at fáa eyguni upp fyri málinum.
Vestmanna Kommuna lýsti fyri tíð síðani økið kring ferjuleguna, har bilarøðirnar vanliga eru, til leigu, men vinnumálastýrið lat tó ikki hoyra frá sær. Jóhanna Maria Petersen sigur, at tey hava fingið fleiri umsóknir um leigu av økinum. Tey hava tó enn ikki avgørt hvønn økið skal leigast út til, men Jóhanna Maria Petersen vísir á, at um vinnumálastýrið ella Strandfaraskip Landsins ynskja at leiga økið, so sleppa tey tað.
Fara tit at halda áfram at nýta økið til landingararbeiði, um tit einki frætta frá Landstýrinum?
? Um økið vísir seg at vera væl egnað til landingararbeiði og vit einki hoyra frá myndugleikunum, so fara vit at halda áfram at nýta økið til landingararbeiði og annað, tað eru jú vit, ið eiga økið, sigur Jóhanna Maria Petersen, varaborgarstjóri í Vestmanna.
Stór útreiðsla
Vestmanna Kommuna fekk í sínari tíð stuðul til havnaútbyggingar, eins og flestu aðrar kommunur í landinum hava fingið. Hesin stuðul varð nýttur til at gera ferjuleguna og økið kring hana, so landið hevur rindað ein stóran part av ferjuleguni. Tó heldur Vestmanna Kommuna ikki, at hetta gevur Strandfaraskipum Landsins, ið er ein almennur stovnur, rætt til at nýta økið uttan treytir. Tey vísa á, at stuðulin til útbyggingar av havnum jú er veittur nógvum kommunum, og hava hesar allar fult ræði á havnaøkjum teirra.
? Vestmanna Kommuna rindar meira enn tvær milliónir fyri ferjuleguna um árið, sigur varaborgarstjórin, og inntøkurnar av havnargjaldinum frá Strandfaraskipunum liggja millum 300.000 og 400.000 krónur.