Á nýggjárinum verða møguleikarnir hjá ferðafólki at keypa tollfrítt tubbak til Føroyar, avmarkaðir.
Eftir semjuni í tiltikna Ólavsøkupakkanum hjá samgonguni er avtalað, at nøgdin av tollfríum tubbakki, sum ferðafólk til Føroyar, hava loyvi at keypa, skal minkast niður í helvt.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevði málið til umrøðu á landstýrisfundi mánadagin.
Og hann sigur, at hann nú fer at broyta kunngerðina, so at tað frá 1. januar bara verður loyvt at hava akkurát helvtina so nógv tollfrítt tubbakk við sær í land í Føroyum, sum nú.
Landsstýrismaðurin hevur áður gjørt seg til talsmann fyri heilt at avtaka møguleikan at keypa tollfrítt tubbakk við sær til Føroya.
Umframt at tað hevði útvegað landskassanum yvir 20 milliónir í meirinntøkum, hevði tað eisini verið eitt heilsupolitiskt tiltak, tí tað hevði tálmað tubbakksnýtsluni.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er skeivt, at tollfrí innflutningurin skal sleppa at halda fram ótarnaður, samstundis sum tiltøk verða sett í verk fyri at tálma tubbakksnýtsluni annars.
Tí verður møguleikin at keypa tollfrítt nú avmarkaður.
Ein politisk semja
Men hví so ikki bara taka tað tollfríu søluna heilt av?
- At skerja søluna 50% er eitt úrslit eini politiskari semju. Í hesum sambandi eru atlit tikin til tollfríu søluna á Vága Floghavn, har stúrt varð fyri at grundarlagið kundi heilt verðið skrykt undan tollfría handlinum har. Men atlit eru eisini til ferðavinnuna, har stúrt varð fyri, at hon fór at missa ov nógv, verður tann tollfría sølan heilt avtikin.
At tollfría sølan av tubbakki verður minkað niður í helvt, fer at geva landskassanum eina eyka inntøku upp á 12 milliónir næsta ár.
Les eisini greinina: Mugu keypa tubbakk saman