Í síðstu viku funnu tollararnir hjá TAKS 47.000 sigarettir umborð á einum russiskum trolara, og hesar vóru ikki uppgivnar til tollingar. Hetta er greitt brot á tollreglurnar og viðførdi eina bót á kr. 178.000, umframt at hald varð lagt á sigarettirnar.
Mánadagin vóru tollararnir umborð á einum øðrum russiskum trolara og tá var aftur galið. Tað vísti seg, at umborð vóru 73.600 sigarettir, sum ikki vóru fráboðaðar til TAKS. Hetta viðførdi eisini eina bót, hesuferð á kr. 279.680, umframt at TAKS legði hald á sigarettirnar.
Tolleftirlitð hjá TAKS ger regluliga skipaði eftirlit við skipum, sum koma til landið, bæði føroyskum og útlendskum. Tað var í sambandi við eitt av hesum eftirlitum, at tolleftirlitið kom fram á sigarettirnar. TAKS hevur illgruna um, at nakað av hesum sigarettum enda á marknaðinum í Føroyum, uttan at ásett avgjøld eru goldin, og tískil hevur TAKS valt at raðfesta slík eftirlit hægri, sigur Taks í dag