Jenis av Rana, kommunulækni
Týsmorgunin í farnu viku ringdi fyrikomandi blaðmaður á Sosialinum til mín, hevði hoyrt um ráðstevnu, eg hevði verið á í Ukraina, hann hevði nakrar spurningar. Talan var um læknaliga ráðstevnu, har læknar og annað heilsustarvsfólk úr øllum heiminum høvdu sett hvør øðrum stevnu, millum hesi vóru vit tveir úr Føroyum.
Blaðmaðurin og undirrirtaði fingu eitt stutt prát, m. a. um eitt av endamálunum við ráðstevnuni, ið er at gjøgnumganga læknaliga prógvaðar grøðingar. Hetta verður gjørt við tí vón, at tað kann eggja øðrum at biðja fyri sjúkum. Tá hann eftir prátið spurdi, um myndamaður kundi koma framvið at taka mynd, játtaði eg.
Greinin stóð at lesa í Sosialinum um kvøldið.
Í gjárkvøldið varð grein blaðmansins brúkt í sjónvarpssending. Vællærdir arkitektar o. o. vóru samlaði um hana og nýttu høvið at niðurgera undirrtaða, m. a. varð lítið hugalig diagnosa stillað.
Orsaka meg mínir góðu arkitektar, men vónandi skilja tit undran mína og ynski mítt um eina nærri frágreiðing.
P. s.
At Bergljót og vinkonur í somu sending leggja mær orð annara í munn, ger bert undran mína enn størri.