Tolsemi

Ofta fái eg at vita, at eg og onnur á vinstravonginum vísa so lítið tolsemi fyri øðrum, ið hava øðrvísi meiningar enn vit á virðispolitiska økinum. Men tað er munur á tolsemi, haturstalu og at nokta minnilutabólkum rættindi.

 

 

 

Vit hava talufrælsi. Tað er ein grundleggjandi rættur, ið ongin kann taka frá okkum. Men talufrælsi merkir ikki frælsi frá avleiðingum. Eftir mínum tykki er tað ótrúliga týdningarmikið at tala at, tá fólk fremja haturstalu og vilja nokta minnilutabólkum rættindi. Tí tað missa vit øll av í síðsta enda.

 

 

 

Vísa vit tolsemi fyri teimum, ið eru hatursfull mótvegis sjálvari tilveruni hjá minnilutabólkum, eru vit á vandakós. Góðtaka vit haturstalu og noktan av rættindum, gongur tað út yvir minnilutabólkar og samfelagið sum heild, ið verður meir einstáttað og trongskygt.

 

 

 

Tá tað kemur til fiskivinnu, so er tilfeingið avmarkað. Tað eru bara so og so nógv, sum kunnu fáa. Tá vit tosa um náttúru, so er tilfeingið avmarkað. Vit mugu geva náttúruni tað aftur, sum vit taka. Men tá vit tosa um rættindi til at ráða yvir egnum lívi, kroppi og framtíð, at liva frælst saman við teimum, sum vit elska, so missir ongin av, at annar fær.

 

 

 

Valið var útskrivað av trongskygni. Onkur helt seg missa nakað av, at eitt barn fær eftirnavnið hjá mammu síni. Tað er ikki eitt samfelag, sum eg ynski fyri meg og mínar næstar.

 

 

 

Eg fari ikki at góðtaka haturstalu. Eg fari ikki at góðtaka, at vit taka rættindi frá minnilutabólkum. Tí tolsemi snýr seg eftir mínum tykki um at hava eitt samfelag, har vit kunnu vera ósamd uttan at gera okkum inn á mannarættindi hjá hvørjum øðrum. Eg fari framhaldandi at stríðast fyri, at í Føroyum kunnu vit øll liva og trívast óansæð átrúnað, húðarlit, kynsliga sannføring og samleika.

 

 

 

Ingilín D. Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin