Tólv tilboð til nýtt sambýli

Landsverk fekk trý tilboð upp á køkar, seks upp á gardinur og trý upp á innbúgv til nýggja sambýlið til sálarsjúk í Havn.

Tilboðini upp á køkar, gardinur og innbúgv til nýggja sambýlið til sálarsjúk í Havn vórðu latin upp hjá Landsverki í gjár.

 

HTH bjóðaði sær til at lata køkarnar fyri 638.975 krónur, Eikin kundi lata teir fyri 665.000 krónur, og triðja tilboðið, sum var frá Borg, var upp á 790.573 krónur .

 

Tað var sera stórur munur á tí hægsta og tí lægsta tilboðnum upp á gardinur. Byggitilfar bjóðaði sær til at lata gardinurnar fyri 63.535 krónur, Eikin fyri 69.875 krónur, Vøruhúsið 71.941 krónur, Colorama 81.319 krónur, Nema 111.890 krónur, og hægsta tilboðið, sum var frá Blika, var upp á 133.644 krónur. 

 

Tey trý tilboðini upp á innbúgvið til nýggja sambýlið vóru frá Eikini, Nema og Inventartænastuni og vóru ávikavist 88.975 krónur,
111.890 krónur og 117.393 krónur.