Tombola og grønir dagar í SMS

At H71 skipar fyri tiltøkum á torginum í SMS er vorðið afturvendandi tiltak og nú er aftur eitt tiltak. Umframt tombola, er eisini grøn vika á skránni

 


Stuðlafelagið hjá H71 skipar aftur í ár fyri tiltaki á torginum í SMS. Talan er um tombola við góðum vinningum.

Umframt verður eisini skipað fyri grønari viku í samband við tombolaspælið. Finnbogi Joensen fer at siga frá um umhvørvisspurningar og hvussu grønur skúli er settur á stovn í Vestmanna. Sagt verður frá, hvussu vit kunnu gagnnýta burturkast og kompostkassar verða sýndir fram.

Hjúnini Bláhamar fara eisini at sýna Enjo reingerðingaramboð, ið gera reint uttan nýtslu av sápu.