Tomislav Sivic, sum hevur verið venjari hjá B36 tvey tey seinastu árini, skrivaði fríggjadagin undir ein nýggjan tvey-ára venjarasáttmála við havnarfelagið.
Úr B36 verður m.a. sagt, at felagið metir Tomislav Sivic sum ein sera góðan venjara, og ikki minst spælararnir seta stóran prís upp á hansara dygdir sum venjari.
? Tomislav Sivic er við til at hækka fótbóltsstøðið hjá spælarunum. Hetta hevur millum annað við sær, at B36 so við og við kann bjóða seg fram at vera ein lopfjøl hjá spælarum, sum ynskja at royna fótbóltseydnuna uttanlands, sigur Sjúrður Horsdal, formaður í B36.
? Við hesum kunnu vit menna gongdina, sum longu hevur verið við m.a. Toda Jónsson og Julian Johnsson, sum eru farnir úr B36 til útlendsk fótbóltsfeløg, sigur B36-formaðurin.
Sum eitt dømi nevnir hann Jákup á Borg, sum í løtuni er í samráðingum við Watford, ið spælir í næstbestu ensku fótbóltsdeildini.
? Jákup er heilt avgjørt eitt stórt fótbóltstalent, og saman við venjingini frá Tomislav Sivic ber til at seta prikkin yvir i?ið, soleiðis at Jákup kann koma víðari á leiðini, sigur Sjurður Horsdal.
Tomislav Sivic hevur fingið góð úrslit við B36, og í fjør bleiv 1. manslið føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1962.