Tomislav takkaði fyri seg

Á móttøku í B36 húsinum fríggjadagin segði Tomislav Sivic farvæl við føroyskan fótbólt á hesum sinni, eftir at hann í seks ár hevur starvast sum venjari hjá trimum føroyskum feløgum

 

Fótbóltstos


Fyri summi stendur hann sum ein hin besti venjarin, sum hevur verið í landi okkara, meðan onnur so langt ífrá eru til reiðar at geva honum sama rósandi skoðsmálið.

Hvussu er og ikki, so hevur Tomislav Sivic ongan tíð verið ein keðiligur persónur í føroyska ítróttarheiminum. Hann hevur sagt sína hugsan, tá hann hevur hildið hetta verið neyðugt, og meðan tað ofta hevur fingið yvirskriftir fram í miðlunum, hava onnur kent seg hugstoytt av útsøgnum hansara.

Sjálvur er Tomislav tó ikki tann, sum ber agg um farnar hendingar. Lætta lyndi hansara hevur aloftast gjørt, at tað farna er farið, og fyri líka sum at seta eitt virðiligt punktum, nú venjarayrki hansara í Førloyum er av ? í øllum førum fyribils ? helt hann móttøku og tíðindafund í B36-húsinum fríggjadagin í farnu viku.


Mín máti

Tomislav setti sjálvur tíðindafundin fríggjadagin, við at greiða frá teimum seks árunum, sum hann hevur havt í Føroyum. Seks ár, har hann fyrst var í Vági, og fekk togað teir upp á eitt fjórða pláss - sum tá var eitt sera gott úrslit í Vági. Síðani til B36, har hann í fyrstu royndini vann gullið til felagið fyri fyrstu ferð í 35 ár, meðan talan varð um bronsu tey bæði komandi árini. Í Klaksvík varð roknað við heilt nógvum, tá hann yvir hjá greipuvinnarunum, men her gjørdust úrslitini ongan tíð heilt so góð. Ikki minst mundi árið í fjør vera eitt stórt vónbrot.

- Lat meg bara siga alt fyri eitt, at eg havi havt seks sera góð ár í Føroyum. Eg havi havt tað gott í øllum trimum feløgunum, men í venjarayrkinum er tað, sum tað er við so nógvum øðrum her í lívinum. Alt gongur upp og niður.

- Hesi árini hava sjálvandi fyrst og fremst givið mær nakrar virðismiklar royndir sum venjari. Eg eri fegin um, at eg havi fingið høvi til at vant fleiri sera góðar leikarar, og ikki minst eri eg fegin um royndirnar, sum eg havi fingið, tá lið hjá mær hava roynt seg úti í Europa. Tí haldi eg eisini, at tað er mín skylda at siga farvæl á ein sømiligan hátt, og tað er tað, sum eg geri í dag.

- Avgerðin um at fara havi eg tikið, hóast eg havi havt seks góð ár her. Eg haldi sjálvur, at tað er tíð hjá mær at fara víðari. Eg vil eisini fegin bjóða familjuni hjá mær eitt sindur meira av støðufesti, tí hetta hevur verið tungt hjá teimum. Ikki minst hjá soni mínum, sum hevur skift skúla fýra ferðir.

Um framtíðina segði Tomislav, at hann hevur samband við onkur feløg, men at hann enn ikki hevur gjørt nakað av í so máta. Hann leggur tó áherslu á, at hann er sera bjartskygdur hesum viðvíkjandi, og ivast ikki í, at okkurt verður at gera, men at hetta ikki fór at verða í Jugoslavia.

- Kanska heldur onkur, at hesin tíðindafundurin er at gera ov nógv av, meðan onnur eru samd við mær, men sjálvur eri eg fullkomuliga líka glaður um, hvat tey halda. Hetta er hátturin, sum Tomislav Sivic hevur valt at siga farvæl uppá, og eg eri fegin um, at tað er gjørligt at gera hetta í B36-húsinum.


Dugir at gloyma

At tíðindafundurin varð hildin júst í B36-húsinum, sigur helst eisini nakað um persónligheitina hjá jugoslavanum. Tá hann og B36 skiltust eftir trý ára giftarmál, var luftin tung. Skuldsetingar um bæði eitt og annað komu frá báðum pørtum, men alt hetta tykist nú vera lagt aftur um bak.

- Tá eg var í felagnum, var Kristian á Neystabø formaður eins og nú. Vit eru kanska tveir ymiskir persónar, og hava eisini hvør sína fatan av nógvum viðurskiftum, og tá so er, so vilja samanbrestir taka seg upp, segði Tomislav um hetta, og heldur fram:

- Tað var tó her, at eg hevði míni bestu ár. Tað var við hesum felagnum, at eg gjørdist meistari, og sjálvur haldi eg, at eg gav felagnum nógv, eins og felagið hevur givið mær nógv.

- Eg havi tað soleiðis, at eg altíð eri bjartskygdur og royni at líta frameftir, og tí dugi eg eisini at siga orsaka fyri tað, sum eg havi gjørt skeivt, og so leggja tað afturum.

- Tí eri eg sera fegin um at sleppa at halda tíðindafundin her, og eg eri eisini fegin um, at tað eydnaðist B36 at gerast meistarar í ár. Ikki minst tí eg sjálvur haldi, at svárasta árið hjá mær í Føroyum var 1999.

- Tá var B36 tað sterkasta liðið í landinum. Vit spældi nógv tann vakrasta fótbóltin, men vit vunnu einki, og tað kann vera trupult at góðtaka, og satt at siga, so skammaðist eg um hetta.

- Eg gjørdi tá av, at eg mátti fara víðari, tí eg vildi ikki koma í somu støðu, sum eitt nú Ion Geolgau hjá HB hevur verið í í ár. Summi fólk skiltu ikki hesa avgerðina, og tað harmaði meg, men eg hevði gjørt upp við meg sjálvan, at eg mátti avstað.


Tungt í Klaksvík

Leiðin gekk tá til Klaksvíkar, har Tomislav skuldi taka yvir eftir Tony Parris, sum júst hevði gjørt klaksvíkingar til greipuvinnarar, og Tomislav dylir ikki fyri, at tað alla tíðina hevur verið trupult hjá sær í Klaksvík.

- Eg segði alla tíðina, at tað liðið, sum spældi besta fótbóltin í ?99 var B36, og sjálvsagt var hetta ikki væl dámt í Klaksvík. Tað er bara soleiðis hjá mær, at eg alla tíðina havi sagt tað, sum eg havi hildið, og ikki sagt nakað, fyri at tosa fólki eftir munninum. Soleiðis eri eg bara, og skuldi eg gjørt alt umaftur, so eg hevði eg ikki gjørt eitt einasta petti øðrvísi.

- Tað hava verið tvey strævin ár, men eg havi einki ilt at bera teimum, nú eg fari. Eg haldi eisini hóast alt, at eg havi lagt nakað eftir mær í Klaksvík. Tey kunnu ikki siga, at eg havi oyðilagt fótbóltin í Klaksvík, bara tí úrslitini ikki hava verið í topp.

- Undan hesum árinum mistu vit níggju leikarar, og í árinum tveir, so har er eitt heilt lið, sum er burturi. Tað hevði sjálvt ikki Manchester United klára, men í KÍ komu vit kortini til steypafinaluna. Tað setti kanska nøkur krøv, men eg hevði sagt undan árinum, at við so nógvum ungum leikarum, so fór talan at gerast um upp- og niðurtúrar. Tað skilja øll, sum vita nakað um fótbólt, og tey, sum ikki skilja tað, skulu ikki rokna við at fáa nakra frágreiðing frá mær.

- KÍ fekk eitt pláss í steypafinaluni, og eina hálva millión í kassan, og tað haldi eg verið eitt flott avrik, við teimum møguleikum, sum vit høvdu. Har vóru seks leikarar á liðnum, sum ongar royndir høvdu í fyrstu deild, og eisini er ein landsliðsleikari komin burtur úr, so eg haldi ikki, at klaksvíkingar kunnu vera ónøgdir.

- Eg plagi at samanbera hetta við at oyra í bilum. Fert tú til eina kappkoyring, har BMW og Mercedes taka lut, so vinnur tú einki í einum Daewoo-bili. Hevur tú ein góðan bil, so kanst tú standa teg í kappingini, um tú dugir nóg væl at koyra.

Landsliðsleikarin, sum Tomislav nevnir omanfyri, er sjálvandi Hjalgrím Elttør, men harumframt nevnir hann eisini aðrar leikarar, sum vit heilt víst fara at hoyra meira um.

- Eg ivist ikki í, at eitt nú Atli Danielsen fer at gera nógv um seg, og eisini Símun Joensen, sum nú er í USA, koma tit at hoyra meira um.


Er errin

Samanum tikið er tað annars ein væl nøgdur Tomislav Sivic, sum sigur farvæl.

- Eg skammist ikki um tað arbeiði, sum eg havi gjørt her í Føroyum. Kanska kundi eg gjørt meira og kanska minni, men tað er ikki upp til mín at meta. Tað mugu tey, sum røða og skriva um ítrótt gera av.

- Í hesum sambandi vil eg eisini nevna VB, sum var fyrsta felagið hjá mær, og ikki minst Egill Steintórsson, sum fekk meg til Føroya.

- Tað var eitt sindur stuttligt hjá mær, at royna hetta fyrstu ferð. Har komu onkrir leikarar, sum eg ikki helt hoyra heima í bestu deildini, men eg fekk so at vita, at hatta var hópurin, so har var einki annað at gera.

- Árið gekk tó væl. Vit komu í hálvfinaluna í steypakappingini, og eitt skifti vóru vit á øðrum plássi í landskappingini, og tað var veruliga nakað kollveltandi í Vági, sigur jugoslavin ikki sørt errin.


Leikbannini

Hóast góðu úrslitini, so fór Tomislav eftir bert einum ári úr VB og til B36, men venjarin leggur dent á, at hetta avgjørt ikki var, tí hann ikki treivst í Vági.

- Mær dámdi sera vágbingar væl, men teimum dámdu ikki so væl, at eg fór til Havnar eftir bert einum ári, og ikki minst kom hetta til sjóndar, tá eg skuldi spæla ímóti teimum. Teir tóku meg hart, og eg lat meg provokera, og úrslitið var átta daga leikbann.

- Tá eg nú líti aftur um bak, so havi eg tó einki ilt at bera vágbingum. Heldur síggi eg tað soleiðis, at teir vóru keddir um at eg fór, og at teir tí vildu knógva mær. Soleiðis eigur tað at vera, og tað sigur bara nakað um stríðsviljan, sum býr í teimum.

Hetta var tó ikki einasta drúgva leikbannið, sum Tomislav í føroyska tíðarskeiði sínum, og hann er heldur ikki bangin um at tosa um, hví hesi kortini komu.

- Viðvíkjandi seinna drúgva leikbanninum hjá mær, sum var ímóti HB, so vil eg bara siga, at tað var ikki nakað, sum eg var keddur um, og hendi tað sama í dag, so hevði eg gjørt tað sama.

- Tað hendi í samanbresti við Allan Mørkøre. Ikki tí eg havi nakað ímóti Allani, men hann skuldi havt trý reyð kort áðrenn ta hendingina, men Bergur Magnussen, sum var dómari, lat ikki við seg koma. Eg haldi annars tað var gott fyri føroyskan fótbólt, at hann gjørdist venjari heldur enn dómari, tí har hevur hann nógv størri evni, leggur Tomislav afturat í sama viðfangi.

- Í tí førinum, tá hendingin fór fram, skuldi Allan fingið seks mánaðir í geglinum. Hann fekk einki, og tí reageraði eg. Tað var kanska ikki serliga pedagogiskt, men í eini líknandi støðu hevði eg gjørt tað sama í dag. Soleiðis eri eg bara settur saman, sigur Tomislav enn einaferð.

- Ein partur av hesum hevur so verið teir trupulleikar, sum eg havi havt við reyðum kortum. Eg havi altíð givið meg 100% fyri liðið, sum eg havi verið við, og hetta hevur so kostað viðhvørt. Tað gjørdi eg eisini í KÍ, tá vit spældu móti B36. Eg gjørdi alt fyri at vinna. Tað kann eingin taka frá mær. Eg gerist tó eldri fyri hvørt ár, og tí orkaði eg ikki at spæla allan dystin, men eg gjørdist keddur, tá fólk so tosaði um, at eg fór av vøllinum, tí eg vildi at B36 skuldi vinna dystin. Tey sum siga tað, kenna ikki Tomislav Sivic.


Landsliðið

Opinskáraður, sum hann er, so hevur Tomislav áður givið til kennar, at hann væl kundi hugsað sær at arbeitt við føroyska landsliðnum, men nú tykjast hesir tankar at vera lagdir á hillina.

- Tað er rætt, at eg havi tosað um tað, men í dag haldi eg, at Allan Simonsen er rætti maðurin til starvið, og um hann ikki heldur á fram, so er Jógvan Martin Olsen eisini ein ógvuliga kompentur venjari. Tú sært partar av hansara arbeiði aftur á landsliðnum, so eg ivist ikki í, at hann er nóg dugnaligur, og at tykkum ikki nýtist at leita aðrar vegir í so máta.

- Lat meg í hesum sambandi siga, at eitt, sum eg havi lært her í Føroyum, er, at tykkum ikki nýtist at óttast nakran. Tit hava nógvar góðar leikarar, og føroysku liðini fara ikki longur á vøllin fyri at avmarka tapið. Tey fara inn fyri at vinna, og tað eiga tit at vera errin um.

- Ein leikari, sum John Petersen hevði staðið seg alla staðni í Europa, um tað veruliga var tað, sum hann vildi, og fleiri aðrir leikarar kunnu eisini koma langt


Tøkkirnar

Umframt at greiða frá sína fatan av føroyskum fótbólti hesi árini, so hevði Tomislav eisini eina tøkk at bera til tey, sum hann hevur samskift við hesi árini í Føroyum.

- Tað kann væl vera, at onkur heldur tað, sum eg havi sagt í dag, vera eitt sindur fløkjasligt, men tað kemst av, at eg eri ikki so stinnur í hesum tosarínum. Eg tosi frá hjartanum, og hetta haldi eg eisini, at fólk hava lært.

- Ikki minst pressan, sum sum eg havi fingist nógv við, og sum eg bara havi alt gott at bera. Eg haldi eisini, at teimum hevur dámt meg væl. Tað rokni eg við, tí tey fáa aloftast okkurt áhugavert at skriva, tí eg siga mína hjartans meining. Hvørt tað so hevur verið rætt ella skeivt av mær, er so nakað annað.

- Eisini havi eg eina tøkk at bera dómarunum í Føroyum. Eg havi ofta ført fram, at hesir ikki hava verið nóg stinnir, men seinnu árini havi eg so ongar trupulleikar havt av teimum, og eg haldi, at støðið er hækkað.

- Venjarunum í Føroyum havi eg eisini nógv gott at bera, og teimum vil eg fegin takka. Ikki minst havi eg stóra virðing fyri avrikunum hjá Jóhan Nielsen.

- Lat meg so at enda takka teimum leikarum, sum eg havi vant hesi árini. Tað hevur verið stuttligt at havt við tykkum at gera, og hvør veit, kanska síggjast vit eisini aftur onkun tíð, segði ein bæði errin og rørdur Tomislav Sivic at enda.

Og at tað ikki bert er Tomislav, sum hevur nakað at takka fyri, var eisini sjónligt, tá tíðindafundurin var lokin. Fyrst fekk formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, orðið, og hann takkaði fyri tað, sum Tomislav hevði gjørt fyri felagið, við at geva honum eina heiðursgávu, og hóast Tomislav var fegin um hetta, so mundi gleðin ikki vera minni um orðini hjá Jens Kristiani Hansen.

Í B36 var Jens Kristian ein av avgjørdu lyklaleikarunum hjá Tomislav, og við sínum royndum frá bæði landsliðnum og føroyskum, donskum og skotskum fótbólti, so hava orð hansara eisini eina ávísa vekt. Orðini, sum veruliga rørdu djúpt hjá Tomislav vóru, at lítli jugoslavin var besti venjarin, sum Jens Kristian Hansen enn hevði havt.