Tommy leitar aftur á slóðina í Føroyum

Rithøvundur við føroyskum ættarbondum gevur fimtu krimibókina út í Danmark

Rithøvundin Tommy Thorsteinsson, sum hevur føroyskan pápa, útgevur mánadagin nýggja krimibók í Danmark. Hetta er fimta krimibókin, hann hevur skrivað.

 

Bókin eitur “Af jord er du kommet” og er onnur bókin í røð um veðurlagsgranskaran Jessicu Winther. Hann ætlar at skriva fýra bøkur í røðini, og tann triðja bókin skal ganga fyri seg í Føroyum.

 

Tommy Thorsteinsson er búsitandi í Vejle. Hann er giftur, og tey eiga trý børn.

 

Pápin John Thorsteinsson flutti á ungum árum til Danmarkar og varð búgv­andi í Danmark. Hann tók útbúgving sum møplasnikkari og fann saman við danskari kvinnu. Tey búðu í Hornslet nærindis Aarhus, haðani konan vara ættað, og seinni fluttu tey til Herning at búgva, og har vaks Tommy upp.

 

– Eg havi kent eitt tilknýti til Føroya. Pápi tosaði føroyskt, so eg skilji nakað av føroyskum, hóast eg ikki tosi tað. Eg havi framvegis nógva familju í Føroyum, sigur Tommy.

Fyrsta krimisøgan hjá Tommy kom út í 2017. Ensom Ulv var væl móttikin, og tað gjørdist fyrsta av trimum søgum um løgreglukvinnuna Onnu Blaafalk. Hendan røð er fyribils liðug, og Tommy er farin at arbeiða við einari nýggjari røð. Hon er um Jessicu Winther, og nú er onnur bókin komin út.

 

Tommy Thorsteinsson kann annars fegnast um, at hansara bøkur eisini verða útgivnar í Svøríki, og at stórur áhugi er fyri at lesa tær og hoyra tær sum ljóðbók.

 

Tommy Thorsteins­son vitjaði í Føroyum í 2017, tá ið hann luttók á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum við fyrstu krimisøguni. Í apríl mánaði kemur Tommy til Føroya við allari familjuni, og tað verður fyrstu ferð, at tey øll skulu uppliva landið, haðani pápi Tommy var ættaður.

 

– Vit gleða okkum til ferðina og at uppliva Føroyar, og vit ætla eisini at fara til Suðuroyar at síggja barnsómshemið hjá pápa mínum í Trongisvági, sigur hann.

 

Longri grein kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.