Tommy Petersen 60 ár

Sunnudagin 16. august fyllir Tommy Petersen á Argjum 60 ár.

 

Tommy er dani, sum hevur búð í Føroyum síðan 1974. Hann hevur helst roynt meira enn tey flestu á síni yrkisleið, bæði í Danmark, Føroyum og kring um í heiminum.

 

Eftir at hava lokið studentsprógv í Næstved í 1968, fekk hann sær leiðaraútbúgving sum sersjantur á Hærens Befalingsmandsskole í Sønderborg í 1969 og var í danska herinum til 1970.

 

Í 1974 tók hann prógv sum sosialráðgevi í Esbjerg, og sama ár fekk hann starv sum leiðari av Andveikraverndini í Føroyum. Hetta starv røkti hann í fyrsta umfari til 1978, tá hann fór at lesa løgfrøði í Keypmannahavn og arbeiddi í lestrartíðini hálvan dag í danska sosial- og umhvørvismálaráðnum. Frá 1980-81 var hann settur leiðari av Andveikraverndini í Føroyum.

 

Eftir at hava lokið løgfrøðiligt kandidatprógv í Keypmannahavn, fekk hann í 1984 starv sum fulltrúi á Almannastovuni í Havn. Frá 1985-87 var hann skrivari í Aliráðnum, og frá 1987-93 var hann stjóri á Almannastovuni.

 

Tommy var ráðgevi í vinnumálum hjá Føroya Landsstýri frá 1993-98, har hann t.d. arbeiddi við fiskivinnu og handilssáttmálum við ES, EFTA og eystureuropeisk lond. Eftir tað var hann stjóri á Føroya Kærustovni frá 1998 til 1999, tá hann fekk starv sum district advisor hjá DANIDA í Nepal, har hann eitt skifti var nevndarlimur í felagnum fyri DANIDA-ráðgevar í Nepal.

 

Frá august 2003 til februar 2004 var hann útsendur av danska uttanríkismálaráðnum til Irak sum

ráðgevi. Eftir tað vóru aftur boð eftir Tommy til eitt starv sum seniorráðgevi hjá DANIDA í umhvørvismálaráðnum í Kairo í Egyptalandi. Hetta starv røkti hann frá 2004 til 2008, tá hann kom heim aftur og fekk starv sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá Vinnumálaráðnum. Í dag er Tommy stjóri á Føroya Altjóða Skipaskráseting og Skráseting Føroya.

 

Umframt sítt arbeiði í Føroyum og uttanlands hevur Tommy havt fleiri álitsstørv. Hann var t.d.

limur í nevndini í Sosialráðgevarafelagnum í 70-unum og fyrsti formaður í Felagnum fyri Búskapar- og Løgfrøðingar í 80-unum. Hann hevur sitið í nevndini fyri Ráfiskagrunnin og í nevndini fyri Sjúkrafrøðingaskúlan. Eitt skifti var hann formaður í Ráðnum fyri Brekað, sum var

ráðgevandi fyri landsstýrismannin í almannamálum. Eisini var hann limur í teimum báðum nevndunum, sum í nítiárunum skrivaðu bláa og reyða álitið um ES.

 

Tommy er giftur Maju Larsen, sum hann 13. juli í ár kundi halda silvurbrúdleyp saman við. Børnini eru: Gyðja (16 ár), Liv (23 ár) og Janus (32 ár).

 

-------

-red