Hann hevur drúgvar royndir sum ráðgevi í almennari fyrisiting og sum stjóri á almennum stovnum. Harumframt hevur Tommy Petersen altjóða royndir bæði sum ráðgevi fyri DANIDA og føroyskur samráðingarleiðari mótvegis ES.
Endamálið við nýggja stovninum er at veita føroysku vinnuni góðar vinnulógarkarmar. Harumframt er uppgávan at skipa FAS sum eina kappingaføra altjóða dygdar-skipaskrá, soleiðis at sjóvinnan og avleitt virksemi í hesum sambandi kann gerast ein týðandi vinnugrein í Føroyum.