Toni Kroos dansar seinasta dansin

EM24: 34 ára gamli týski miðvallari hevur boðað frá, at hann gevst sum fótbóltsspælari eftir EM-endaspælið í summar

Toni Kroos hevur boðað frá, at hann gevst sum fótbóltsspælari eftir EM-endaspælið í Týsklandi í summar. Real Madrid miðvallarin er ein ímynd av einum skilagóðum og elegantum miðvallara, ið hevur sínar styrkir í at finna sínar viðspælarar.

 

Hann skrivar á sosialu miðlunum, at hann eftir 10 ár í Real Madrid hevur valt at gevast við fótbóltinum. Toni Kroos gavst annars á landsliðnum, men valdi fyri kortum at takka ja til eitt seinasta EM-endaspæl fyri Týskland, nú tað er á heimavølli.

 

Toni Kroos er uppvaksin í Bayern Munchen, har hann spældi 205 dystir. Hann skifti í 2014 til Real Madrid og hevur spælt 463 dystir fyr felagið. Hann er fyribils komin upp á 108 landsdystir.

 

34 ára gamli Toni Kroos hevur havt eina framúr yirkisleið og setur punktum við Champions League finaluni móti Borussia Dortmund og EM á heimvølli.