Brævbjálvavirkið Sp/f Tonito á Eiði, sum byrjaði sítt virksemi á vári í 1988, er einasta virkið í Føroyum, sum framleiðir brævbjálvar.
Hetta er ein familjufyritøka, sum var í leigaðum hølum fram til 1999, tá fyritøkan flutti í nýggjan bygning við Fjøruvegin á Eiði. Her húsast Tonito framvegis, og stjóri er Niels Emil Andreasen.
Øll árini síðan byrjan hevur virksemið hjá brævbjálvafyritøkuni ment seg støðugt, og ongantíð hevur verið steðgur í framleiðsluni.
Nøkur ár eftir byrjan rendi fyritøkan seg fyrst í nítiárunum í ringastu kreppu í Føroyum í nýggjari tíð, men eisini hesi árini hóraði fyritøkan undan.
Vinnan í Føroyum hevði um hetta mundið nógv útistandandi, og neyðugt var at rykkja eftir pengum, sum stjórin tekur til, men fyritøkan megnaði fíggjarliga at koma ígjøgnum hesi kreppuár.
- Vit hava goldið skatt øll árini, og tað sigur so mikið, at virksemið hevur hingið saman, staðfestur stjórin, Niels Emil Andreasen, sum leggur aftrat, at Tonito í nógv ár hevur havt ein stóran part av føroyska brævbjálvamarknaðinum, kanska stívliga 80%.
Hann sigur, at tey eru fegin um, at føroyingar hava tikið so væl undir við føroysku framleiðsluni av brævbjálvum og soleiðis hava hugsað føroyskt.
- Men, tað er ein sannroynd, at nýtslan av brævbjálvum er nógv minkað seinnu árini, nú teldupostar í hópatali “flúgva” avstað hvønn einasta dag.
Fyritøkan hevur hesi árini eisini megnað at finna onnur bein at standa á, soleiðis at framleiðslugrundarlagið og útboðið er vorðið størri og breiðari.
- Vit hava flutt okkum ymiskar vegir og eru eitt nú farin at gera ymiskar prentlutir, leggur Niels Emil Andreasen, stjóri, aftrat.