Tony er liðugur í KÍ

Tony Paris er ikki longur venjari í KÍ. Á fundi seinnapartin í dag millum venjaran og leiðsluna í Klaksvíkar Ítróttarfelag varð avgjørt, at samstarvið millum KÍ og Tony Paris er liðugt.

Besta liðið hjá KÍ fer at venja í kvøld klokkan 18, og tá fer Tony Paris at siga spælarunum farvæl.

Enn er ikki greitt, hvør nýggi venjarin hjá KÍ verður, og enn hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar frá leiðsluni hjá KÍ. Men meira verður ivaleyst at frætta um hetta seinni í kvøld.

Næsti dystur hjá KÍ er fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið móti Skála á heimavølli Kristi himmalfartsdag.

Sáttmálin, sum KÍ og Tony Paris undirskrivaðu undan 2006 kappingarárinum, var galdandi til og við 2009.