Tony: Spæligleðin lýsti av okkum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Tony Weyhe (KÍF) taka samanum 21-15 sigurin ímóti Neistanum

- Tað er so sjáldan vit spæla, so spælagleðin lýsti av okkum, segði Tony Weyhe (KÍF) við Trónd Arge í beinleiðis samrøðu á Rás2 aftaná KÍF hevði vunnið 21-15 á Neistanum. 

 

Tony Weyhe undirstrikar, at teir hava vant hart í Kollafirði, og um teir megna at vinna teir næstu dystirnar, so eru teir væl við í stríðnum um at sleppa í FM-finaluna. Verjuparturin, sum Tony Weyhe eigur stóran lut í stóð serliga sterkur í myndini hjá KÍF í kvøld, og tað fegnaðist hann eisini um.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Tony Weyhe aftaná dystin millum Neistan og KÍF. 

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71123242665819
2VÍF113242784615
3Kyndil133443311315
4KÍF112852751014
5StÍF13363363010
6Neistin12291303-1210
7Team Klaksvík12254369-1151