Hondbóltur
Jørn Møller Nielsen og Gert Aagaard, sum koma til Føroya tann 27. januar, hava báðir sera drúgvar royndir innan hondbóltsdøming. Báðir hava teir virka í fremstu røð í Danmark í fleiri ár. Tað var tó ikki fyrr enn í 2004, at teir gjørdust fastir makkarar á vøllinum, men kortini hevur frá fyrsta dystinum gingið sera væl. Somikið væl, at teir í fjør vórðu mettir sum besta danska dómaraparið.
Hittust í Nøvling
Tað er føroyska dómarafelagið, sum hevur boðið teimum báðum dønunum upp, og sum við so nógvum slíkum vitjanum, so kom hetta í lag mest sum av tilvild. Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum eru nýggja altjóða dómaraparið hjá føroyingum, dømdu í summar í danska Nøvling Cup, og her komu teir í samband við danska parið.
- Vit tosaðu saman um leyst og fast. Tá vit so tosaðu um at fáa teir upp at døma onkran dyst, vóru teir alt fyri eitt fúsir, og síðani hava vit roynt at arbeiða við hesum, sigur Eyðun Samuelsen, sum umframt dómaraleiklutin eisini er ein av oddamonnunum í føroyska hondbóltsdómarafelagnum.
Gevur íblástur
Hann sigur víðari, at teir avgjørt rokna við, at ein slík vitjan kann geva føroyskum dómarum íblástur. Og tí hava teir eisini lagt vitjanina til rættis, soleiðis at heimligu dómararnir eisini kunnu fylgja við í dømingini.
- Talan verður sum so ikki um nakað skeið. Men vit koma at síggja, hvussu eitt slíkt par fyrireikar seg til dyst. Ætlandi skulu vit føroyingar so fungera sum eitt slag av eygleiðarum undir dystinum, og eftirfylgjandi skulu vit so »eksaminera« teir. Hetta skilt soleiðis, at vit tá hava eina spurnarrundu, har føroysku dómararnir snøgt sagt kunnu gjøgnumhegla donsku gestirnar við spurningum og viðmerkingum um dømingina.
Sambært skránni skal dysturin millum VÍF og Kyndil spælast sunnudagin 29. januar. Ætlandi verður hesin nú fluttur, soleiðis at spælast kann leygardag. Á tann hátt skuldi møguleiki fyri at føroysku dómarapørini øll hava møguleika at fylgja dystinum, og í aðrar mátar at taka lut í dómaravirkseminum kring hendan.