Toppdystur á Argjum

Í morgin verður toppdystur í næstbestu deildini. 07 Vestur fer út á Argir

Eftir fyrstu átta umførini hev­ur AB einki stig mist. 07 Vestur hevur ikki tapt, men vágamenn mistu fyri viku síðani tvey stig á Skála, har úrslitið var 1-1.
8. umfar var mikukvøldið. AB vann 4-0 í Klaksvík. Argja­menn høvdu roknað við stór­ari mótstøðu, men serliga í 1. hálv­leiki, tá ið AB skoraði tríggjar ferðir, var stórur mun­ur á liðunum. Politikkurin í Klaksvík tykist vera, at teir, sum venja við besta liðnum, ikki skulu hjálpa næstbesta lið­num, hóast teir fyri tað mesta sita á beinkinum í bestu deild­ini. Tí mundu AB kenna mót­støðuna minni, enn teir á Argjum høvdu roknað við.
07 Vestur hevði vitjan av EB/Streymi, og úrslitið var 4-1, eftir at EB/Streymur legði seg á odda, og støðan var 1-1 í hálv­leikinum.
9. umfar leygardagin 19. mai: Skála-HB, AB-07 Vestur, NSÍ-Víkingur, B71-KÍ og EB/Streymur-B68.