Toppdystur verður í Vestmanna í morgin

Hondbóltur: Oddaliðið hjá monnunum, Kyndil, fer í morgin til Vestmanna at spæla móti VÍF, sum er nummar tvey í løtuni

Grundspælið í hondbóltskappingini er farið at líða móti endanum, og enn er ógjørligt at spáa um, hvør fer avstað við meistaraheitinum, tí bæði hjá monnum og kvinnum er kappingin sera jøvn.

Hjá monnunum verður toppdysturin hesa vikuna í Vestmanna, har Kyndil kemur á vitjan. Vit hava skrivað tað so ofta fyrr, men dystirnir millum hesi bæði liðini eru nakað fyri seg, og tað er neyvan nakar dystur, liðini heldur vilja vinna enn hesar.

Í løtuni er Kyndil fremst í mansdeildini við 16 stigum fyri 10 dystir, meðan VÍF á øðrum plássi hevur 14 stig fyri 9 dystir. So javnari kundi tað ikki verið, og tað sum ger tað enn javnari er, at bæði liðini hava mist fleiri stig móti heilt øðrum liðum, og tað hevur ikki altíð verið so vanligt fyrr, tá tað ofta bert vóru hesir dystirnir, sum avgjørdu, hvør bleiv meistari.

Soleiðis er tíbetur ikki longur, men tað fer neyvan at minka um áhugan hjá bæði spælarum og áskoðarum, og tað verður ivaleyst nógv fólk í høllini í Vestmanna í morgin.

Tveir aðrir dystir eru í mansdeildini í morgin. Fyrri dysturin millum Tjaldrið og StÍF varð fluttur úr Runavík inn á Skála, og tað er yvirritaða ógreitt, um dysturin millum hesi liðini í morgin eisini verður á Skála, ella um hann verður í Runavík. Men tað er í øllum førum greitt, at StÍF á pappírinum er favorittur í hesum dystinum. Men Tjaldrið hevur fleiri ferðir víst, at teir ikki geva seg fyri einki, og við strandinginum Pola Hansen á odda fara teir ivaleyst at geva StÍF ein javnan dyst.

Strandingar hava higartil í ár ikki havt serliga støðug úrslit, og tí eru teir í løtuni nakað væl aftan fyri tey trý oddaliðini Kyndil, VÍF og H71 (men teir hava spælt tveir dystir færri enn H71).

Triði dysturin hjá monnunum hetta vikuskiftið verður í Havn og er millum Neistan og KÍF. Í fjør vóru júst Neistin og KÍF botnliðini, men í ár hava bæði víst, at tey kunnu taka hini á bóli, og Neistamenn vóru nær við at fáa stig burtur úr dystinum mikukvøldið móti VÍF hóast ein vónleysan fyrra hálvleik. Og KÍF hevur fingið trý stig frá H71, so í ár er ikki talan um botnlið.


VB á vikuskiftisferð í Havn

Í 1. deild hjá kvinnum eru fýra dystir hetta vikuskiftið ? tveir í dag og tveir í morgin. Í Klaksvík í dag spæla Stjørnan og VÍF, og hesin dysturin kann fara báðar vegir. Tað er ikki so væl statt við fólki í Klaksvík, men við góðum áskoðarum í rygginum geva klaksvíksgenturnar øllum liðum, sum koma í KÍ-høllina, trupulleikar.

VÍF fekk javnleik móti Neistanum mikukvøldið eftir at hava verið fimm mál aftanfyri, tá tað restaði lítið av dystinum. Eins og menninir eru kvinnurnar hjá VÍF á øðrum plássi, tvey stig aftanfyri Kyndil, sum fær vitjan av VB í dag.

Seinast, Kyndil og VB spældu landskappingardyst í Havn, vann VB ikki sørt óvæntað, og støðan á stigatalvuni tá var rættiliga lík henni, sum er nú. Vágskvinnurnar hava higartil bert fingið tvey stig burtur úr átta dystum, og tær kunnu fegnast um, at GÍ/Tjaldrið eisini er við í deildini, tí annars hevði VB verið avgjørt botnlið.

Samanlagda eysturoyarliðið spælir í morgin á Skála móti StÍF, og tað verður helst ein møtumikil uppgáva hjá GÍ/Tjaldrinum, hóast framgongd hevur verið at hóma í seinastuni. StÍF-kvinnurnar hava fingið eitt sindur av vindi í seglini í seinastuni og kunnu við einum sigri í morgin veruliga fáa fatur á oddaliðunum aftur.

VB spælir sum nevnt móti Kyndli í dag, og tær skulu aftur á vøllin í morgin, tá móti Neistanum. Hetta verður aðru ferð í hesi kappingini, at VB-kvinnurnar spæla tveir útidystir sama vikuskiftið, og tað er møðsamt. Og so skulu tær enntá aftur norðureftir at spæla tveir dystir longu næsta vikuskifti, tá í Vestmanna og á Skála. Tað er heldur ikki serliga sannlíkt, at VB-kvinnurnar hava nakað stig við sær suður aftur sunnukvøldið, men tær hava fyrr víst, at tað ber til.